Sambandsflokkurin hevur fyrrapartin lagt fram eitt uppskot um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini, og er hetta í grundini fyrsta ítøkiliga útmeldingin frá einum flokki um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Millum annað mælir flokkurin til, at fiskirættindi skulu kunna seljast millum feløg, at farast skal frá fiskidagskipanini til eina kvotaskipan, at uppsagnartíðin fyri veiðirættindini er átta ár og mangt, mangt annað.
Tá núverandi fiskiloyvi blivu uppsøgd í 2008, átti sambandsflokkurin landsstýrismannin í fiskimálum, og øll árini - uttan hetta seinast árið - hevur Sambandsflokkurin sitið í samgongu og enntá átt løgmann.
Rás 2 spurdi formannin í Sambandsflokkinum, Bárð Nielsen, hví flokkurin ikki fyrr enn nú kemur við einum ítøkiligum uppskoti til eina fiskivinnunýskipan, tá hann annars hevur havt góðan møguleikan til tað í meira enn átta ár. Trýst á pílin undir myndina, fyri at hoyra svarið frá formanni Sambandsfloksins.