Vinnan skal rinda 250-300 milliónir í tilfeingisgjaldi

TILFEINGISGJALD Næsta ár skal tilfeingisgjald leggjast á øll rættindi í fiskivinnuni og alivinnuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í formaður Sambandsfloksins

Landskassin skal hava einar 250-300 milliónir krónir í inntøku av tilfeingisgjaldi.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins.
Sambandsflokkurin hevði landsfund í Fámjin um vikuskiftið og har umrøddi fundarfólkið eisini møguleikarnar fyri at útvega landskassanum eyka inntøkur.
Og í hesum sambandi varð eisini tosað um tilfeingisgjald.
Kaj Leo Holm Johannesen staðfesti, at tað var Sambandsflokkurin, sum gekk á odda a seta í verk eitt ”rímuligt og rættvíst” tilfeingisgjald á uppsjóvarfisk, sum hann málbar seg.
- Úrslitið er, at nú verður somuleiðis arbeitt fyri at seta eina nýggja langtíðarskipan í verk, har tilfeingisgjald eisini verður lagt á restina av fiskivinnuni, eisini á alivinnuna.
Tann skipanin við tilfeingisgjaldi á fiski- og alivinnuna, skal koma í gildi á nýggjárinum.

350-300 milliónir
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað hevur stóran týdning, at ein slík skipan við tilfeingisgjaldi er so mikið væl umhugsað, at allir partar í vinnuni kunnu staðfesta, at hetta verða teir støðugu framtíðarkarmar, sum vinnan skal virka undir.
Samstundis skal skipanin var so mikið væl skiðað, at tað fer at eggja til nýíløgur í vinnuna.
- Tað verður neyðugt at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, ikki minst eftir at ríkisveitingin varð skerd í 2002.
- Tann avgerðin kostar okkum yvir 600 milliónir um árið í mistum inntøkum og tað holið í landskassanum skal fyllast.
Løgmaður sær tískil fyri sær, at at tað verður neyðugt at krevja eitt ávíst tilfeingisgjald fyri tey 500.000 tonsini, vit hava av fiskatilfeingi, tí tað ber ikki longur til at útluta fiskirættindi ókeypis.
Enn er ikki avgjørt, hvussu stórt tilfeingisgjaldið skal vera, tí tað skulu samgonguflokkarnir samráðast um.
Men hann sær fyri sær, at sum frálíður, fer tilfeingisgjaldið á fiski- og alivinnuna at liggja um einar 250-300 milliónir krónur um árið.

Mugu ansa eftir
Øll sambandsfólk eru ikki so fegin um ætlanina at áleggja vinnuni at rinda tilfeingisgjald.
Ein av teimum er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður,sum kemur úr fiskivinnuhøvuðsstaði Føroya, sum Klaksvíkingum dáma at kalla seg sjálvar.
- Nógvir politikarar hava lyndi til at halda, at bara tað gongur væl í fiskivinnuni, skulu pengarnir beinanvegin slúsast niður í landskassan
- Eg haldi, at vit eiga at vera varin. Men vit síggja eisini, at tá ið tað gongur væl í vinnuni, verða eisini stórar íløgur lagdar í nýtt virksemi.
- Tað er nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri besta dømi um, sigur Bjørn Kalsø.
Hann heldur, at tað er sanniliga eisini eitt slag av tilfeingisgjaldi.
- Draga vit allar pengarnar úr vinnuni, kann tað henda, at virksemið fer at verða lagt aðraastaðni og tað mugu vit ansa eftir, sigur landsstýrismaðurin.

LES EISINI GREININA: Fiskiskip og virki skulu miðsavnast í 4-5 feløg

LES EISINI GREININA: Vinnan skal rinda 250-300 milliónir í tilfeingisgjaldi

LES EISINI GREINUNA: Loysingin hjá Føroyum leggjast í fastar karmar