Vinnan skal ikki stúra fyri avbroti

Borgarstjórin í Leirvík, Fríðgerð Heinesen, heldur ikki, at Tavan og virksemið á havnalagnum annars nýtast at stúra fyri so nógvum órógvi, meðan arbeiðið við fjøruloysnini verður framt

Leirvík

Sum vit áður hava nevt í Sosialinum, stúrur í hvussu er ein partur av vinnuni í Leirvík fyri órógvi, um ein fjøruloysn  við ella uttan tunnil  verður framd í staðin fyri ætlaði vegurin omanfyri bygdina.

Hava mótmælt
Tavan í Leirvík hevur beinleiðis mótmælt eini verkætlan um fjøruloysn við ymiskum grundgevingum.
Felagið stúrir fyri, at møguleikarnir fyri útbyggingum og dagliga arbeiðnum við virkini á havnalagnum verða skerdir við eini fjøruloysn.
- Flestu virkir í dag hava eisini tørv á stórum øki til eitt nú bilstøðlar, sigur felagið.
Tavan heldur eisini, at antin talan verður um fjøruloysn við ella uttan tunli, verður virksemið í minsta lagi rættiliga nógv órógvað, meðan verkætlanin verður framd.
Hetta heldur felagið ikki kann umgangast.

Ikki avbrot
Borgarstjórin í Leirvík, Fríðgerð Heinesen, heldur hinvegin, at Tavan og virksemið á havnalagnum annars ikki nýtist at stúra fyri so nógvum órógvi, meðan arbeiðið verður framt.
- Vit hava tosað við NCC og J & K Petersen um, hvussu teir kundu hugsað sær, at ætlanin verður framd. Felagið sigur, at ætlanin er at bera so í bandi, at eitt pettið verður gjørt í senn, soleiðis at avbrotið verður minst møguligt. Soleiðis vil felagið syrgja fyri, at lagt verður omanyvir aftur so hvørt, sum tunnilin omanfyri virkini verður bygdur.
Fríðgerð heldur ikki, at nakar vandi er fyri, at vegurin til virkini verður avbrotin, so ikki verður komandi til og frá.
- Tað verður alla tíðina komandi til virkini, antin sunnanfyri ella norðanfyri, staðfestir hon.

18 mánaðir
Hon vísir á, at við í verkætlanini verður eitt nú ein fylling norðanfyri, har niðurkoyringin verður til tunnilin.
- Eg vænti, at koyrandi verður niðanfyri ætlaða tunnilin og út á havnalagið, tá ið henda fyllin er komin.
Fríðgerð Heinesen væntar tí ikki, at talan verður um nakað serligt avbrot, meðan verkætlanin verður framd.
NCC og J & K Petersen hava sagt, at tað fer at taka feløgunum tilsamans 18 mánaðir at fremja arbeiði  frá tí, at "spakin" verður settur í, til koyrandi er.