Innflutningurin til Føroya fyrstu átta mánaðirnar í ár minkaði við 28 prosentum, og tað kemst serliga av, at innflutningurin av skipum er minkaður. Verða skipini tikin burtur úr, er minkingin trý prosent.
Tað er serliga innflutningurin av íløguvørum og vørum til vinnuliga nýtslu, sum er minkaður seinasta árið. Av maskinum og aðrari útgerð er innflutt fyri 77 miljónir minni í ár enn í fjør, ein minking upp á 24 %.
Og afturgongdin í alivinnuni sæst týðuliga aftur í innflutningsvirðinum á alifóðri, sum er farið úr 168 miljónum fyrstu átta mánaðirnar í 2003 niður á 105 miljónir í ár, ein minking upp á 37 %, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.










