Vinnan má klára seg uttan stuðul

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er ikki eina løtu í iva um, at Caragata hevur rætt, tá hann sigur, at vinnan skal klára seg uttan stuðul. ? Tað hevur alla tíðina verið mín hugsan, at vinnan skal vera sjálvfíggjandi og sjálvregulerandi. Annað gongur bara út yvir stovnarnar, sigur Heini O. Heinesen

Fyri góðari viku síðani vóru Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, og Heini O. Heinesen, formaður í Tjóðveldisflokkinum, í eini útvarpssending sum snúði seg um í hvørjum føri fiskivinnan skal stuðlast.

Orsøkin er, at tað er ósemja í samgonguni um hvussu farast skal fram, serliga tá talan er um endurnýggjan av fiskiflotanum, sum sambært hagtølum er rættiliga gamal.

Í sendingini kom greitt fram, at tað er stórur munur á fatan Heina og Jørgens um hvussu farast skal fram, og tað eru fólk, sum halda, at hesin tvídráttur kann forkoma samgonguni sum situr.

Men í vikuni fekk Heini O. Heinesen góðan stuðul í tí hann helt fast við. Cragata, sum Vinnumálastýrið setti at gera eitt álit um framtíðar vinnupolitikk í Føroyum, gevur Heina sín fulla stuðul.

Og hóast Heini ikki heldur, at talan er um ein ævigan sannleika, sum stendur í Caragata álitinum, so er hann fegin um, at búskaparfrøðingar taka undir við honum.


Konkurslógin úr gildi

Heini heldur heilt einfalt, at talan er um púra øvugta gongd, tá farið verður at geva vinnuni studning til at umleggja flotan til nakað sum hann er frammanundan.

- Flotin, sum hann sær út nú, fiskar á okkara leiðum, og vit vit, at talan er um yvirkapasitet. Kortini vilja teir geva almennar pengar til at fáa nýggj skip inn á grunnin, soleiðis at yvirkapasiteturin gerst enn størri. Latið skipini klára seg sjálvi, og laga seg eftir marknaðinum, so kemur restin so at siga av sær sjálvum. Høvdu vit hinvegin tosað um stuðul til at bróta upp úr nýggjum so var nakað heilt annað at tosa um. sigur Heini O. Heinesen.

Heini saknar nevniliga eina greiðari ætlan um hvat endamálið við stuðlinum er, og tað heldur hann politikararnir eiga at fáa upp á pláss fyrst.

- Eg haldi ikki, at tað bara ber til at seta konkurslógina úr gildi, tí tað er í veruleikanum tað vit gera, sigur Heini O. Heinesen og vísir á, at tá tað hjá reiðarum ikki ber til at fáa raksturin at mala við egnum pengum, hví skal so landskassin fara inn og geva teimum pengar.


Fiskidagarnir eru umsetiligir

Hóast Heini O. Heinesen og Philip Caragata sostatt eru samdir um júst henda partin, so eru teir kortini als ikki samdir um eitt nú fiskidagaskipanina og um hvørt tað ber til at umseta kvoturnar ella ikki.

- Eg haldi ikki at hann hevur rætt í tí. Fiskidagarnir eru umsetiligir, og teir vera eisini keyptir og seldir millum skip og millum bólkarnar, soleiðis er tað. Vit síggja at reiðarí keypa fiskidagar frá øðrum bólkum, og tað er eitt tekin um, at fiskivinnan er við at laga seg til treytirnar, sigur Heini O. Heinesen, sum ikki ivast í at fiskivinnan ger tað um hon fær loyvi til tess.

- Trupulleikin er bara, at ávísir politikarar vilja ikki geva henni loyvi til at klára seg sjálva, og tí standa vit og yvirfylla okkara egnu grunnar heldur enn at hjálpa til við nýggjum vinnum, leggur Heini O. Heinesen afturat.

Hann vísir á, at ein av trupulleikunum við fiskivinnuni er, at flotin er alt ov stórur pg tískil klárar hann seg ikki. Fiskidagarnir vera ov smábýttir, og tí er einki at gera. Tað sum vit fáa burturúr hesum uppskotinum um stuðul til endurnýggjan av fiskiflotanum er, at vit fáa nýggj skip ? sum eru dýrari í rakstri, inn á grunnarnar og tey hava ongan kjans at klára seg allíkavæl.

- Eg haldi fast við, at vit heldur eiga at hjálpa nýggjum vinnum ávegis, við at stuðla teimum, men vit eiga at lata vinnuna keypa síni skip sjálvi. Tað kann ikki vera meiningin, at tað er landskassin, sum skal keypa vinnuni skip, og til tað eru 40 mió. kr. alt ov lítið, sigur Heini O. Heinesen.