Vinnan í Klaksvík: Ein ótolandi støða

Sum heild er vinnan í Klaksvík samd um, at støðan í dag við longu bíðirøðunum á ferjuleguni als ikki kann góðtakast. Øll virkini, sum fáast við fisk, merkja sviðan á ein ella annan hátt, og tí má ein loysn finnast skjótast gjørligt.
Sosialurin hevur hitt nøkur av virkjunum fyri at vita, í hvussu stóran mun støðan merkist hjá hvørjum einstøkum

Samferðsla
Ragnhild Ellingsgaard

Pure Water:
- Førir til framleiðslusteðg

- Longu bíðirøðirnar eru ein trupulleiki, sum Føroya størsti fiskivinnubýur als ikki kann góðtaka. Her mugu avgjørt broytingar gerast, soleiðis at túrarnir um Leirvíksfjørð hóska bæði til vinnulívið og aktivitetir annars her í býnum, sigur Eyðbjørn Poulsen, stjóri.
Hann leggur afturat, at um virkið ikki fær fiskin til tíðina, so førir hetta til ein framleiðslusteðg, sum víðari kostar virkinum pening.
Men trupulleikin er tó betraður, síðani Strandferðslan økti um túratalið um Leirvíksfjørðin, heldur Eyðbjørn.
- Serliga tann seinasti túrurin kemur okkum til góðar, tí tá eru ikki so nógv fólk við, og tí er meir pláss fyri vøruni. Vøru, sum virkið skal brúka næsta morgunin.

P/F Kósin:
- Viðurskiftini leggjast til rættis

Adrian Dalsá, stjóri á P/F Kósin, greiðir frá, størsti trupulleikin hjá teimum er, at fiskur úr Eysturoynni ikki sleppur við Dúgvuni yvirum í nóg góðari tíð. Tí má virkið ofta senda arbeiðsfólkið til hús í nakrar tímar, ella tey kvetta arbeiðsdagin fullkomiliga.
- Hetta merkist ikki einans hjá virkinum, men arbeiðsfólkini missa jú eisini nakrar tímalønir, sigur Adrian.
Heldur ikki Adrian heldur, at støðan kann góðtakast.
- Fiskivinnan skapar peningin her á landi, og tí mugu viðurskiftini rundan um vinnuna eisini leggjast soleiðis til rættis, at alt fungerar. Hetta er uppgávan hjá myndugleikunum, sum mugu taka sær um reiggj, sigur hann.

Fiskamarknaður Føroya:
- Ávirkar prísin

Kristjan Fríðrik Olsen, virkisleiðari, greiðir frá, at kundin sjálvur avheintar fiskin á Fiskamarknaðinum. Tá sølan so er liðug, skal kundin sjálvandi hava fiskin upp á pláss beinanvegin, meðan fiskurin enn er frískur. Og tá kemur meir enn so fyri, at teir renna seg inn í trupulleikar við samferðsluni, og mugu ofta bíða upp til tveir túrar, áðrenn teir sleppa víðari. Hetta førir so aftur við sær, at fiskurin kemur ov seint út á virkini, og kunnu tey tí ikki fara undir nakra framleiðslu fyrr enn næsta dagin.
- Hetta ávirkar aftur prísin. Tá kundin veit, at trupult kann vera at fáa fiskin fram, so vil kundin sjálvandi geva minni fyri fiskin, sigur Kristjan Fríðrik.
Hann sigur víðari, at prísurin serliga ávirkast av hesum upp móti vikuskiftinum.
Tó heldur hann, at økta túratalið hjá Strandferðsluni hevur betrað munandi um støðuna, men tó er hetta ikki nøktandi enn.
- Kundin veit, at tað kann verða trupult at fáa fiskin fram til tíðina, og tí letur hann oftani vera við at keyoa. Betri sambandið verður um Leirvíksfjørð, meir selja vit. Hetta setur so aftur størri trýst á vinnuna, greiðir hann frá.
Tí heldur hann eisini, at torført er at tosa um ítøkiligan peninga- ella arbeiðsmiss, men hetta ávirkar í stóran mun og kann als ikki góðtakast.
- Best hevði verið at fingið Vágatunnilin lidnan skótast gjørligt, og síðan sett Ternuna inn at hjálpt Dúgvuni, sigur Kristjan Fríðrik, virkisleiðari á Fiskamarknaði Føroya.