Vinnan keypir útlendskt

- Tað gevur onga meining at vera limur í einum Vinnhúsi, sum ikki stuðlar føroyskum vinnulívi. Tað sigur stjórin í HDYGD, nú tað er greitt, at vindeyguni í nýggja Vinnuhúsinum á Óðinshædd í Havn vera útlendsk. Stjórin í Vinnuhúsinum ásannar, at signalvirðið kann vera óheppið

- Hetta snýr seg ikki bara um ein ordra. Fyri okkum er talan um eitt prinsippmál. Tað sigur stjórin í HDYGD, sum enn eina ferð sær ein vindeygaordra fara av landinum.
So seint sum í síðstu viku var Jóhan á Mýruni í Sosialinum, har hann spurdi, hví almennu Føroyar ikki gera meira fyri at brúka ta arbeiðsmegi og framleiðslu, sum hóast alt er í føroyska samfelagnum.
- Vit uppliva dømi eftir dømi um, at almennar byggiverkætlanir brúka útlendskar vindeygaloysnir, segði Jóhan á Mýruni við blaðið í síðstu viku.
Nú er ein dropi komin afturat í bikarið hjá unga stjóranum, og hesin síðsti dropin er somikið prinsipiellur, at nú flýtir yvir. Jóhan á Mýruni hevur ilt við at svølgja, at vindeyguni í nýggja Vinnuhúsinum á Óðinshædd í Havn verða útlendsk.
- Vinnuhúsið skuldi verið ímyndin av føroyskum vinnulívi og føroyskari framleiðslu. Tí er tað eftir mínum tykki eitt sera óheppið signal at senda, tá sjálvt Vinnuhúsið fer út um landoddarnar eftir vindeygaloysnum, hóast fleiri vindeygaframleiðarar eru í Føroyum, sigur Jóhan á Mýruni.
Hansara fyritøka hevur verið inni í myndini til at veita vindeyguni til nýggja og stásiliga bygningin á Óðinshædd, men uttan at nakað spurdist burturúr.
HDYGD er partur av Vinnuhúsinum gjøgnum sín limaskap í Føroya Handverksmeistarafelag. Og hóast stjórin er fullgreiður yvir, at tað í sær sjálvum ikki merkir, at fyritøkan kann setast afturá og bíða eftir vindeygaordranum til nýggja høvuðssætið, so harmast hann handfaringina av málinum.
- Tað staðfestir mín boðskap um, at hugsað verður ov lítið um tað, sum kann skapast í Føroyum og av føroyingum. Tá vit innflyta vørur, sum kunna framleiðast minst líka væl og gjarna betur her heima á klettunum, so er tað eftir mínum tykki tað sama sum at útflyta arbeiðspláss, sigur Jóhan á Mýruni og heldur fram:
- Tað er jú í stórari andsøgn við tað, sum vit hoyra politikarar tosa um, at skapa arbeiðspláss og fólkavøkstur. Tað tykist sum halda teir, at hetta hendur burtur úr ongum.
Fyri stjóran í HDYGD hevur nýggja Vinnuhúsið sum nevnt prinsipiellan týdning:
- Eg skal ikki taka nakað frá hvørki arkitekti ella handverkarunum, tí teir handla væl bara út frá givnum leiðreglum og mannagongdum. Men eg haldi tað vera ein trupulleiki, tá sjálvt Vinnuhúsið ikki gongur á odda og tekur atlit til at nýta føroyska framleiðslu, ella setur nøkur krøv yvirhøvur um, hvat tey ynskja og vilja.
Ein pástandur, sum ráðgevin í samband við byggingina gevur honum rætt í.
- Jú, tað er rætt. Tað var ikki eitt atlit hjá okkum at taka, at húsið skal byggjast við tí, sum verður framleitt í Føroyum, sigur Svend Sivertsen, arkitektur hjá Fuglark.
Atlitini, ið Fuglark hevur arbeitt út frá í samband við henda bygningin, eru innrætningur og funktionalitetur, orkukrøv og so ein fíggjarkarm á umleið 16 milliónir krónur, íroknað meirvirðisgjald.

Loysnin
Nýggi bygningurin á Óðinshædd hevur sera stóra vindeygaflatu, og sambært ráðgevanum er tað serliga har, at HDYGD dettur niðurímillum.
- HDYGD hevur avgjørt sín fakkunnleika í lagi, og hartil er fyritøkan í Føroyum. Men tey hava ikki eitt produkt til júst hetta endamálið, ið vit vilja hava til bygningin á Óðinshædd, sigur Svend Sivertsen.
Arkitekturin vísir á, at hartil knípur hjá HDYGD at útvega neyðugu dokumentatiónina.
- Uttan hesa dokumentatión kunnu vit ikki neyvt áseta orkutørvin hjá bygninginum. Og tað gevur okkum trupulleikar. Og hinvegin kunnu vit ikki tekna húsini umaftur fyri at kunna brúka vindeygu frá HDYGD, sigur Svend Sivertsen.
Jóhan á Mýruni er, ikki óvæntað, av eini aðrari fatan.
- Orkutapi kann neyvt síggjast í okkara skjølum, so tað er nú ikki rætt, at tað ikki ber til at síggja tað. Men hinvegin er tað er rætt, at fyri okkum er í hesum føri talan um ein kompleksan ordra. Men vit blivu bidnir um at koma við einari loysn, tí ivamál stungu seg upp um verandi loysn. Kortini valdu tey at halda áfram við verandi, útlendsku loysnini. Vit hava bjóðað okkum at finna alternativar loysnir, eisini í samstarvi við aðrar framleiðarar í Føroyum. Eftir mínum tykki hevði tað sømt seg betri fyri Vinnuhúsið at lagt seg eftir, havandi í huga teirra leiklut, leggur Jóhan á Mýruni afturat.
Sambært stjóranum í HDYGD er talan um ein ordra millum hálva millión og 800.000 krónur, alt eftir hvør vindeygaloysn verður vald.

Signalvirðið
Tað er í síðsta enda Vinnuhúsið sjálvt, sum hevur sett út í kortið, hvat hús felagið vil hava og hvussu byggjast skal.
Tí ásannar Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, at signalvirðið kann vera eitt sindur óheppið.
- Jú, tað er rætt, at vit settu einki krav um, at til dømis vindeyguni skuldu vera føroysk. Sæð í bakspeglinum er tað eitt sindur harmiligt, tí tað kundu vit gjørt. Men stutta svarið er, at tað var ikki inni í myndini, tá vit løgdu byggingina til rættis, ásannar Marita Rasmussen.
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir í sama viðfangi á, at arbeiðið var bara bjóðað út millum limirnar í Vinnuhúsinum, sum av givnum orsøkum allar eru føroyskar fyritøkur.
- Vit bjóðaðu arbeiðið út í fýra høvuðs arbeiðstøkur, har av tann størsta er innilokan av bygninginum. Føroyskar fyritøkur fingu allar arbeiðstøkurnar, men vit hava ikki tryggjað okkum, at tær nú eisini brúktu føroyskar undirveitarar, staðfestir Marita Rasmussen.
Sambært stjóranum í Vinnuhúsinum hevur hon í fleiri umførum verið í samband við HDYGD fyri at finna útav, hvussu landið liggur.
- Eg vil ikki hava, at føroyskar fyritøkur verða fyri vanbýti. Men samstundis eftirlýsi eg, at HDYGD verður meira ítøkilig í sínum kritikki, sigur Marita Rasmussen.
Hon ásannar tó sum longu nevnt, at føroyska atlitið bara rakk til høvuðsarbeiðstøkurnar, og at signalvirði í eini útlendskari vindeygaloysn kann vera óheppið.
- Vit høvdu snøgt sagt ikki ta diskusjónina, tá arbeiðið skuldi leggjast til rættis. Vit høvdu nøkur krøv um funktionalitet og at talan skal vera um ein sonevndan ”grønan” bygning. Og harumframt vildu vit sjálvandi hava bygningin so bíligan sum tilber, sigur Marita Rasmussen.
Fyri stjóran í HDYGD vigar signalvirðið somikið tungt, at hann er til reiðar at veittra Vinnuhúsinum farvæl.
- Eg dugi ikki at síggja, at vit skulu vera limir í einum Vinnuhúsi, sum ikki stuðlar føroyskum vinnulívi. Tað gevur onga meining. Tá sjálvt arbeiðsgevarar ikki brúka føroyska framleiðslu og arbeiðsmegi, so er tað í mínari verð ein trupulleiki, sigur Jóhan á Mýruni.
Stjórin hevur tí tikið avleiðingarnar.
- Jú, vit hava meldað okkum úr Handverksmeistarafelagnum og harvið Vinnuhúsinum, so fáa vit at síggja, um tað broytur nakað, sigur Jóhan á Mýruni.
Marita Rasmussen sigur soleiðis um avgerðina:
- Tað er sjálvandi harmiligt, men tað er so hansara væl. Tað kann hugsast, at HDYGD ikki klárar at levera tað, sum okkara ráðgevi biður um. Men eg vil ikki hava, at føroyskar fyritøkur verða fyri vanbýti, endurtekur Marita Rasmussen.
Nýggja Vinnuhúsið skal vera liðugt í juni mánað næsta ár. Talan er um ein skrivstovubygning, ið er umleið 700 fermetrar til støddar.