Innflutningurin fyrstu 8 mánaðirnar av árinum er hálva mia. kr. størri enn somu mánaðir í fjør. Av hesum vøkstri eiga olja og skip útvið 300 mió.
Innflutningurin av tilfari til vinnuna er eisini vaksin í ár. Har er tað serliga tilfar til ídnað, sum er vaksið 75 mió. kr., men eisini innflutningurin av tilfari til byggivinnuna, maskinum og amboðum er vaksin.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er í ár 2% hægri enn í fjør. Samanbera vit við metárið 2008, er innflutningurin 11% minni.
Tað er tó ymiskt, hvussu nógv vørubólkarnir til húsarhaldsnýtsluna eru minkaðir. Innflutninguin av matvørum er í krónum áleið tann sami sum í 2008, meðan innflutningurin av klædnavørum og halvdrúgvum nýtsluvørum er minkaður 20%. Av teimum drúgvu nýtsluvørunum er innflutt 30% minni í ár, samanborið við 2008, skrivar Hagstovan.










