Vinnan ikki niðurbindast

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Sjálvsstýrisfloksins og umboð floksins í vinnunevnd løgtingsins, dámar lítið tankan um at niðurbinda vinnuna enn meiri, sum hann rópar tað. - Eg haldi tað vera ógvuliga týdningarmikið, at fiskivinnan ikki verður niðurbundin við enn fleiri gjøldum og krøvum av ymiskum slag.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, ásannar tó trupulleikan, sum hevur verið við sínámillum sølu og keypi av fiskirættindum, sum hevur drenað ovurstórar upphæddir úr vinnuni og soleiðis eisini hevur yvirkapitaliserað fiskiflotan.

- Tað er av ógvuliga stórum týdningi, at fiskivinnan hevur bestu umstøður, og at peningurin í vinnuni verður verandi har. Peningur, sum er í vinnuni, eigur at ?sirkulera? har. Verður hann tikin úr vinnuni, eigur hann at skattast sum vanlig inntøka, heldur løgtingsmaðurin.

Kári P. Højgaard er ikki heitasti talsmaður fyri tilfeingisgjøldum, ið so nógv verður tosað um í løtuni. Hann heldur kortini, at nú vit hava makrel, sum eitt ?ekstraordinert? tilfeingi í eina tíð, hevði tað kanska verið eitt hugskot at lagt eitt ávíst prosentgjald á ? og latið tað, sum hetta gjald gevur, gingið inn í ein grunn, sum kundi styrkt um pensjónsskipanina hjá sjófólki.

- Fiskimenn eru millum tey, sum eru ringast tryggjaðir á pensjónsøkinum, og tí kundi eitt hugskot verið, at kanska eini 10% av virðinum av makreltilfeinginum, sum vit nú hava ?eyka?, fór í ein grunn til hetta endamál, sigur løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins.