Útlendingalógin varð broytt 1. juli, og nú kunnu føroyskar fyritøkar fáa forhondsgóðkenningar um arbeiðsloyvi.
Marita Rasmussen sigur, at fleiri fyritøkur hava søkt um hetta, fyrst og fremst í byggivinnuni.
- Orsøkin er, at føroyska byggivinnan merkir ein stóran eftirspurning, og at nógvir føroyskir handverkarar velja at arbeiða í útlondum. Tískil hevur vinnan tørv á útlendskari arbeiðsmegi, og tí er tað altavgerandi fyri byggivinnuna at fáa atgongd til arbeiðsmegi, sigur hon.
Byggivinnan hevur tørv á meiri arbeiðsmegi, fyri at kunna fullføra tær arbeiðsuppgávur, tær hava átikið sær. Marita Rasmussen sigur eisini, at fyritøkur hava hildið seg aftur frá at bjóða upp á og átaka sær uppgávurnur, tí tey ikki hava havt arbeiðsmegi til tess, men hon vónar, at nýggja lógin kann broyta hetta.
- Sjálvandi eru vansar við at hava útlendingar í starvi, so sum málsligar avbjóðingar, sigur Marita Rasmussen, men tað er alneyðugt, at fyritøkurnar hava atgongd til hesa arbeiðsmegina.
- Føroyska arbeiðsmegin er tiltikin fyri at vera dugnalig, og tað er eisini galdandi fyri okkara handverkarar, sigur Marita Rasmussen, sum tí ikki óttast, at útlendsk arbeiðsfólk fara at stjala størvini frá føroyingum.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Maritu Rasmussen.