Sambært roknskapunum hjá vinnuni var ein lítil afturgongd í vinnuni í 2011 í mun til 2010. Sæð yvir eitt longri tíðarskeið var úrslitið tó á góðari leið.
Tað vísa vinnurokniskapirnir fyri 2011.
Um hugt verður at gongdini fyri árini 1999-2011, eru stór sveiggj, bæði í samanlagda úrslitinum, og tá býtt verður í teir tríggjar høvuðsbólkarnar, sum eru tilfeingisvinnur, vøruframleiðsluvinnur og tænastuvinnur.
Verður samanlagda úrslitið í teimum trimum høvuðsbólkunum útgreinað, sæst, at gongdin í teimum ymisku vinnugreinunum í bólkinum kann vera rættiliga ymisk og fara hvør sín veg. Hetta er serliga galdandi í tilfeingis- og framleiðsluvinnunum.
Í tilfeingisvinnuni var ein samlað afturgongd frá 2010 til 2011, tí úrslitið hjá fiskaalingini var nakað verri. Her skal tó havast í huga, at fiskaalingin hevði eitt serliga gott ár í 2010. Hinar tilfeingisvinnurnar høvdu betri úrslit í 2011 enn í 2010.
Hóast úrslitið í vøruframleiðsluvinnunum í 2011 var á góðari leið, so var ein minking frá 2010 til 2011. Afturgongdin í 2011 stavar stórt sæð øll frá aðrari fiskavirking, sum hevði eitt serliga gott ár í 2010 vegna serliga stórar óvanligar inntøkur. Verður sæð burtur frá aðrari fiskivirking, gekk tað væl betur í vøruframleiðsluvinnunum. Ikki minst gekk betur hjá byggivinnuni og fiskavirkjunum, tað vil siga flaka og saltfiskavirki og so framvegis.
Tænastuvinnan kom í 2011 upp aftur á tað støði, hon var á undan fallinum í 2008. Vøksturin í 2010 heldur fram. Tað er serliga flutningur og samskifti, sum eru vaksin nógv í 2011. Men eisini úrslitið hjá heilsølum og smásølum er betra nakað. Hinar tænastuvinnurnar standa stórt sæð í stað.
Til ber at lesa meir um úrslitini her