Tað eru tunnilsfeløgini einsamøll, sum gera av, nær prísurin fyri at koyra í undirsjóvartunlunum skal broytast. Tey eru sjálvstøðu partafeløg, og tí hava politikararnir ikki beinleiðis ávirkan á tað.
Men kortini hevur leiðslan í tunlunum nú bíðað í eitt ár eftir landsstýrinum.
Tá vit í dag spurdu Una Danielsen, stjóra í Vága- og Norðoyatunlunum, hví so stórur munur er á prísinum hjá persónbilum og lastbilum og bussum at koyra í tunlunum sigur hann, at hetta er nakað, sum tey ætlaðu at broyta fyri einum ári síðani.
– Vit ætlaðu at lækka prísin úr 100 krónum niður í 50 krónur fyri stórar bilar at koyra í tunlunum. Men av tí, at vit vóru í samskifti við Fíggjarmálaráðið um ein møguligan samferðslupakka, so spurdu vit – meira av kurteisi – Fíggjarmálaráðið, um tað var í lagi, at vit lækkaðu prísin, greiðir Uni Danielsen frá.
Tey høvdu sjálvandi væntað, at svarið fór at vera játtandi.
Men so var ikki.
– Svarið frá landsstýrismanninum var »nei«, vit skuldu ikki lækka prísin, tí landsstýrið fór at koma við einum samferðslupakka.
Enn er eingin samferðslupakki samtyktur, og stór ósemja er um hann. Løgtingið er farið í summarfrí, og tí er uppskotið, sum Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, legði fram 10. desember í fjør, fallið burtur.
Uni Danielsen viðgongur, at tað als ikki var neyðugt hjá teimum at spyrja Fíggjarmálaráðið.
– Men tá tað nú var eitt ynski frá eigaranum, at vit ikki lækkaðu prísin, tí tey ætlaðu at tað skuldi verða ókeypis at koyra, og tá vit vóru í samskifti við ráðið um hetta, so hevði tað verið eitt sindur provokerandi at gjørt ímóti ynskinum hjá landsstýrismanninum, heldur hann.
– Men vit fara at taka málið uppaftur, og ætlanin hjá okkum er framvegis at lækka gjaldið fyri stóru bilarnar úr 100 krónur niður í 50 krónur – ella úr 50 krónum niður í 25 krónur hvønn vegin.
##med2##
Tað merkir, at ein stórur bilur skal gjalda 25 krónur hvønn vegin fyri at koyra í tunlinum – ella nakað tað sama, sum ein slíkur bilur rindar fyri brennievnið, sum hann nýtir á túrinum gjøgnum tunnilin.
Men úrslitið er, at vinnan hevur goldið dupltan prís fyri at koyra í gjøgnum tunnilin í eitt ár, tí tunnilsfelagið hevur bíðað eftir Fíggjarmálaráðnum.