Vinnan fyri vág og vind

- Vinnan kennur seg slepta upp á fjall, og tað er greitt, at vit í framtíðini ikki fara at gera líknandi avtalur við politisku skipanina, sum vit gjørdu við inntøkutrygdini, siga tey fýra vinnufeløgini í felags skrivi. Tað siga tey trý manningarfeløgini, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag, í felags skrivi.

Feløgini vísa á, at landskassanum tørvar støðugt meira pening fyri at kunna fíggja tær vaksandi almennu útreiðslurnar og fyri at temja hallið á fíggjarlógini.

- Men tað tykist, sum um politiski myndugleikin bara hevur eina uppskrift. Hon er at senda rokningina til vinnuna. Og listin er langur.

Feløgini vísa á, at bara hesar seinastu mánaðirnar hevur fiskivinnan fingið álagt at gjalda upp til 2% av avreiðingarvirðinum til at fíggja inntøkutrygdina, hon skal gjalda ein tilfeingisskatt upp á 2,5% av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 miljón krónur, reiðaríini skulu nú gjalda fyri læknakanningarnar, egingjaldið fyri trygdarskeiðini er hækkað, og eyka oljugjald er álagt.

- Harumframt skulu partarnir í vinnuni finna útvegir fyri at fíggja eina pensjónsskipan, sum hækkar við 1,5% um árið tey næstu 10 árini, um uppskotið til pensjónsreform verður samtykt.

Annað, sum eisini órógvar vinnufeløgini, er, at politiska skipanin tykist bara gerast meiri og meiri óstøðug, og tí er trupult at meta um, hvørjar umstøður vinnan fer at hava at virka undir í framtíðini.

Feløgini halda, at málið um inntøkutrygdina er eitt ræðandi dømi. Her gekk vinnan við til at átaka sær at umsita og fíggja inntøkutrygdina við í mesta lagi 1% av avreiðingarvirðinum.

- Hetta var tó ikki uttan treytir. Treytirnar vóru, at vinnan afturfyri skuldi fáa betri og tryggari umstøður at virka undir. Hetta skuldi roknast sum eitt endaligt tilfeingisgjald, avmarkingarnar fyri landingum skuldu takast burtur, at heimaflotin skuldi hava loyvi til at virka veiðina umborð. Hetta eru nakrar av tillagingunum, sum eru neyðugar. Eisini skuldi landskassin koma við 150 miljónum krónum í stovnsfæi til nýggja Trygdargrunnin.

Feløgini vísa á, at tá málið kom aftur úr løgtinginum, hevði eitt næstan eitt einmælt ting samtykt, at gjaldið kann verða upp í 2% av avreiðingarvirðinum, eingin av treytunum hjá vinnuni varð tikin til eftirtektar, og landskassin kom bert við 50 miljónum krónum í stovnsfæi.

- Vinnan kennur seg slepta upp á fjall í hesum máli, og tað er greitt, at vit í framtíðini ikki fara at gera líknandi avtalur við politisku skipanina, siga tey fýra vinnufeløgini í felags skrivi.