- Tað er full semja um, at fiskivinnan fer ikki at góðtaka eitt tilfeingisgjald, siga vinnufeløgini sum umboða fiskimenn og reiðarar.
Tey trý manningarfeløgini, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið gera í dag saman við Føroya Reiðarafelag púra greitt, at fiskivinnan fer ikki at góðtaka eitt tilfeingisgjald.
Í brævi, sum øll feløgini hava undirskrivað, verður víst á, at tá uppskotið um, at reiðaríini í 2011 skulu gjalda 2,5% í tilfeingisskatti av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 miljón krónur varð samtykt í løgtinginum, roknaði vinnan við, at nú fór at verða friður - í hvussu so er í ár.
- Men so var ikki. Í fleiri mánaðir hevur tilfeingisgjald, tilfeingisskattur og tilfeingisbúð verið høvuðsevnið í politiska og almenna orðaskiftinum. Ein politiskur meiriluti hevur boðað frá, at eitt eyka tilfeingisgjald aftrat í ár skal fáast burtur úr makrelkvotuni.
Feløgini vísa á, at eitt sjónarmið er, at tilfeingisgjald er neyðugt fyri at fáa vinnuna at verða meira lønandi.
- Tað er rætt, at stórir partar av flotanum hava brúk fyri at tillaga seg og fáa ein meira lønandi rakstur, men tað verður ikki gjørt við at áleggja eyka byrðar.
Tey fýra vinnufeløgini leggja dent á, at fiskivinnan hevur brúk fyri at fáa víðari og tryggari karmar at virka undir.
- Tá koma tillaging og lønsemi av sær sjálvum, og tá verður ágóðin hjá landskassanum nógv størri, enn hann verður av einum tilfeingisgjaldi.
Vinnufeløgini eru fullsamd um, at tey fara ikki at góðtaka eitt tilfeingisgjald.
Myndin, sum er sett til hesa greinina, er tilvildarlig.









