Vinnan eigur avbjóðingina

Tað almenna fær einki gjørt fyri at bøta um støðuna hjá vinnuni, sum líður undir høgum oljuprísum. Landsstýrismaðurin við vinnumálum heldur, at vinnan verður noydd at klára seg við teimum høgu prísunum

Oljuprísir

Oljan til vinnuna er avgjaldsfrí, og tí fær landið einki gjørt fyri at bøta um støðuna, nú vinnan av álvara stríðist við høgar oljuprísir.
Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
 Tað verður uppgávan hjá vinnuni at klára seg við teimum høgu oljuprísinum, tí tað almenna fær einki gjørt. Vit áleggja ikki vinnuni avgjald fyri oljuna, og tað kemur ikki upp á tal, at tað almenna fær at lata nakað av slag oljustudningi til vunnulívið, sigur hann.
 Vit fylgja við gongdini, og vit duga væl at síggja, at avbjóðingin hjá vinnuni er sera stór við hesum høgu oljuprísunum, men landið fær ikki gjørt nakað við hetta, sigur Bjarni Djurholm.