Húsakeyp
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum er sera fegin um keypið, sum hann heldur fer at gera umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða í Vinnuhúsinum so nógv betri og harvið eisini koma at gera tað møguligt at geva allari vinnuni eina betri tænastu sum heild.
-Vit hava nú húsast í R. C. Effersøesgøtu í mong ár, og nú er uppá tíðina at fáa annað tak yvir høvdið, sum gevur bæði okkum, sum starvast í Vinnuhúsinum og okkara limum betri umstøður sigur ein fegin Jan Mortensen. Hann upplýsir, at feløgini í Vinnuhúsinum hava havt ætlan um at byggja men komu so eftir, at hetta var ein betri loysn. Tey fáa eini stór hús og til annan prís, enn um feløgini skuldu bygt av nýggjum. Sosialurin skilur, at húsini eru keypt fyri onkunstaðni um 5 mill. kr.
Húsini eru í trimum hæddum og koma at geva nógv betri skrivstovupláss umframt at fundarfacilitetirinir verða nógv betri. Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havnar Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverksmeistarafelag, sum standa fyri keypinum.
Uppá fyrispurning um tað ikki kann virka løgið at flyta inn í stóra ?borg?, nú stórir partar av vinnuni eru í trupulleikum sigur Jan Mortensen, stjóri, at í mun til at skula byggja eini nýggj hús, so er hetta ein bæði bílig og skilagóð loysn. Eini nýggj hús høvdu kostað einar 15 mill. kr. Havnar Handverksmeistarafelag hevur havt egin hús, sum tað hevur selt, og verandi hølini hjá Vinnuhúsinum verða so eisini seld.