Annika Olsen
www.annikaolsen.net
Fólkatingsvalevni fyri Fólkaflokkin
Vinnumenningin í Føroyum hevur sum fortreyt, at vit alsamt megna at framleiða tær vørur og tænastur, ið altjóða marknaðurin vil hava, og at vit megna at geva kundanum dygdargóðar vørur og tænastur til røttu tíð og til kappingarføran prís. Vinnumenningin gagnar vinnulívinum og er fortreyt fyri framhaldandi búskaparligum vøkstri í Føroyum.
Føroyar eru frá náttúrunnar hond ríkað við nógvum og góðum tilfeingi. Umráðandi er, at fiskastovnarnir og sjótilfeingið verða umsitin á skilagóðum og varligum grundarlagi, so at vit ikki verða noydd til at seta bann fyri veiðu, eins og fleiri av grannalondunum, ella verða fyri altjóða útistongsli vegna ovurnýtslu. Ístaðin má arbeiðast fyri at fáa enn meira burturúr hvørjum kilo, gagnnýta onnur fiskasløg, menna og gera brúk av biotøkni í framleiðsluni umframt tryggja betri gagnnýtan av hjávørum.
Samstarv og gransking innan vinnugreinar og fyritøkur um landamørk stimbrar nýskapan og menning av vørum og tænastum og gevur vinnuni neyðugt innlit í nýggja vitan, tøkni og rák á altjóða marknaðinum. Slík vitan er neyðug, tá føroyskar og útlendskar fyritøkur skulu taka strategiskar avgerðir, og tá politisku karmarnir fyri vinnulívið í Føroyum skulu leggjast.
Sum matvøruframleiðandi land er tað umráðandi fyri vinnulívið at fáa lætta og skjóta atgongd til teir marknaðir, har besti prísurin fæst fyri vøruna. Handilsforðingar, tollgjøld og skamtan mugu ruddast burtur, so føroyska vinnulívið fær javnbjóðis møguleikar eins og onnur at kappast á altjóða marknaðinum. Flutningsmøguleikarnir mugu betrast og økjast, so at kundin fær vøruna til røttu tíð og í røttu góðsku. Marknaðarátøk uttanlanda skulu sjónliggera føroyskar vørur og tænastur. Slík marknaðarátøk skulu eisini kveikja áhugan hjá útlendska vinnulívinum at leita sær henda vegin at gera íløgur og samtøk og á tann hátt stimbra kappingarføri hjá føroyska vinnulívinum.
At opna dyr í Danmark, ES og út í umheimin til fyrimuns fyri føroyska vinnulívið, tað vil eg arbeiða fyri - eisini á Fólkatingi.










