Tað mundi vera fáur sum grunaði at ?frystiboxin? skuldi gerast grundarlag undir einari glæsiligari nýggjari føroyskari útflutningsvinnu. Veruleikin talar tó fyri seg og úti á altjóða sjónvarps marknaðinum hevur ein alsamt vaksandi áhugi verið vístur Televarpinum; talan er nevniliga um eina av heimsins fyrstu kommersiellu skipanum ið gera brúk av terrestiskari senditøkni fyri digitalt sjónvarp t.e. sending á jørðini, via antennur, heldur enn kaðal ella satellit.
Í gjár var ein stórur dagur fyri Føroya Tele Consult, sum er ein nýggj deild hjá Føroya Tele sum hevur til endamáls at útflyta tøkniligar skipanir og loysnir til digital sjónvarps sendinet við serfrøði í terrestiskari senditøkni. Tá undirskrivaði Føroya Tele ein sølusáttmála í millióna klassanum við eitt suðureuropeiskt felag, um nýtslu av føroyskari tøkni á einari stórari oyggj í Miðjarðarhavs umráðnum.
Sum skilst er skipanin frá Føroya Tele Consult unik í sínari hátøknifrøði sum er ment í samstarvi við software menningar fyritøkuna og IBM umboðið Kervi.
-- Tann føroyski marknaðurin fyri kunningar og fjarskiftis tøknifrøði er rættiliga avmarkaður, staðfesti Tróndur Djurhuus, menningarstjóri á Føroya Tele.
-- Tí hava vit eina grundleggjandi strategi í at víðka um marknaðin við at hyggja út um okkara landoddar. Vit hava eitt gott samstarv við millum annað føroyska ICT vinnu og hava verið úti um okkum fyri at skapa nýggj sambond uttanlands, til dømis gjøgnum at taka lut á messum og á annan hátt spreiða kunning. Tað vísir seg at áhugin fyri skipanini aftan fyri Televarpið er stórur og vit liggja longu í samráðingum um fleiri ordrar. Tann mest aktuelli og ítøkiligi er so tann ið nú varð undirskrivaður men aðrir sáttmálar eru eisini á veg, millum annað hava italienarar víst áhuga.
Hvussu stórur er ordrin og hvør er keyparin?
-- Eg kann vátta at talan er um millióna upphædd undir fyritreyt av at øll ætlað stig verða góðkend og gjøgnumførd og at keyparin er eitt suðureuropeiskt felag, meira kunnu vit í løtuni ikki siga. Vit mugu virða kundans støðu og tørv á diskretión í mun til hansara kappingarneytar? Tað snýr seg um eina samstarvs avtalu har vit lata teimum tøkniliga uppseting við meira til eina mótsvarandi skipan sum tann hjá Televarpinum.
Tøknifrøðin er ein týðandi partur av loysnini frá Føroya Tele, exemplifierað av tí sannroynd at Televarpið er ein so at siga optimalt hátøknifrøðilig fyritøka har alt sum kann er automatiserað. Skipanin hevur fingið umtalu í vinnuligum tíðarritum og á websíðum ymsastaðni og er blivin alsamt kendari. Okkara lítla og kompakta oyggja- og fjallaland hevur her víst eina kappingarliga styrki sum situr í at royndir kunnu skjótt gerast við skipanum sum tí hjá Televarpinum.
Televarpið hevur annars sambært egnar upplýsingar einar 3000 kundar á Klettunum. Í løtuni verður arbeitt við at víðka um tekningina soleiðis at Vestmanna og Vágar fyrst, og síðani onnur pláss, koma við í sendinetið. Sum skilst hevur Televarpið nátt break-even tá kundarnir eru komnir upp á umleið 3500. Eitt nýtt tiltak sum marknaðarliga skal differentiera mótvegis Canal Digital er Rás 1, ein opin kanal sum skal geva teimum ið vilja høvi til at sjónvarpa sítt tilfar.