Tað var kanska ikki á útivølli móti liðnum, sum nú er á øðrum plássi, at KÍ skuldi bjarga sær. Men tað kundi verið líkt til, at skal KÍ hava neyðugu stigini, so skulu hesi fáast til høldar í júst slíkum dystum. Í øllum førum hevur KÍ staðið seg serstakliga illa móti kappingarneytunum í botninum, har alt ov fá stig eru fingin til høldar. Á stigatalvuni hevur KÍ bara fimm sigrar at vísa á, og av hesum er bert tann eini komin móti liði úr niðaru hálvu. Hetta var á heimavølli móti B71. Hinir fýra sigrarnir, sum KÍ hevur vunnið í ár, eru komnir í báðum heimadystunum móti B36 og á útvivølli móti ávikavist HB og NSÍ.









