Vinna miðvøllin

Sam Jacobsen hjá Víkingi helt, at javnleikurin móti HB væl var nakað, sum liðið kundi liva við.

- Bæði og. Vit hava kjansirnar til at vinna dystin, men ein javnleikur er væl í lagi.

Tað sá út til, at tit fyrst og fremst fóru eftir miðvøllinum, og síðani arbeiddu út frá hesum?

- Tað var eisini ætlanin. Vit hava havt nakrar dystir, har vit hava vunnið miðvøllin, og tá hevur spælið gingið væl. So tað var fyrst og fremst hetta, sum var ætlanin, og tað eydnaðist. So á tann hátt eru vit nøgdir, segði Sam Jacobsen eftir dystin.