Sambært kanning vilja útisetar fegnir flyta til Føroyar, men meta landið vera veikt fyri tey, sum vilja hava eina framsøkna yrkisleið. Í dag var útisetakanning kunngjørd. Endamálið við kanningini var fyrst og fremst - sambært Sendistovuni í London og Tórshavnar kommunu, sum hava gjørt kanningina - at fáa til vega vitan um føroysk lesandi uttanlands og útisetum sum heild. Og síðani at varpa ljós á hvørja fatan lesandi og útisetar hava av føroyska vinnulívinum og samfelagnum sum heild.
Ein av niðurstøðunum í kanningini er, at útisetar síggja bæði fyrimunir og vansar við at búgva í Føroyum. Sum heild verða Føroyar mettar at vera eitt lokkandi stað at búgva, men hinvegin minni lokkandi fyri tey, sum eru framsøkin viðvíkjandi yrkisleið. Ábendingar eru eisini um at manglandi samskifti og kunning um vinnumøguleikar í Føroyum eru orsøkin til hesa fatan av vantandi starvsmøguleikum í Føroyum.
Í samband við kanningina verður útisetakvøld í London fríggjakvøldið.










