Tað ber til at vinna eitt av teimum nýggju føroysku hondbóltsspølunum á heimasíðuni hjá Toda Jónsson.
Fólk kunnu svara nøkrum spurningum, og svara tey rætt, eru tey við í lutakastinum um fimm spøl. Svarast skal áðrenn fríggjadagin, og síðani verður drigið lut, og vinnararnir fáa spælið handa av Toda sjálvum leygardagin.
Todi Jónsson kemur til Føroya í sambandi við avdúkingina av nýggja spælinum, sum verður í SMS komandi leygardag.
Saman við Toda koma eisini tveir liðfelagar úr FC Keypmannahavn.










