Vinn eina ferð til Wembley

Fótbóltur: Sosialurin og Atlantsflog luta burtur eina ferð til landsdystin á Wembley millum Ongland og Skotland, sum verður tann 17. november. Hetta er seinni kvalifikatiónsdystur millum londini um hvørt teirra skal við til EM-endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia í summar

Seinastu tíðina hava allir lesarar hjá Sosialinum havt møguleika at geva sína atkvøðu til hvør skal gerast ársins leikari í føroyskum fótbólti.

Í atkvøðuseðlinum hevur staðið, at vit fara at kasta lut um ein vinning, sum er ein fótbóltsferð út í heim.

Nú er avgjørt hvagar leiðin liggur og nær farið verður.

Í sambandi við tveyara-kavalifikatiónsdystirnar til EM-endakappingina, sum verður í Hollandi og Belgia í summar, hevur eydnuguðinnan lagað tað soleiðis, at Ongland og Skotland skulu hittast í tveimum sínámillum dystum.

Fyrri dysturin verður á Hampden Park 14. ella 15. november, meðan tann seinni verður leiktur á mæta Wembley ítróttarvøllinum í London 17. november.


Vinnarin fer

til Wembley

Tá tann seinni dysturin fer av barkastokki verður tað við einum lesara av Sosialinum sum eygnavitnið.

Sosialurin og Atlantsflog eru nevniliga gingin saman um at burturluta eina ferð fyri ein til landsdystin millum Ongland og Skotland, sum verður á Wembley tann 17. november.

Sosialurin og Atlantsflog gjalda ferðina til og uppihald í tveir dagar í London, og útvega sjálvsagt eisini atgongumerki til dystin.

Ein dystur, sum hevur so stóran áhuga millum áskoðararnar at meiri enn ein millión fólk vildu ogna sær atgongumerki.


Drigið millum

tey sum atkvøða

Tey, sum eru við í kappingini um atgongumerkini , eru tey, sum hava sent inn atkvøðuseðilin til Sosialin.

Lutur verður bara tikin millum teir atkvøðuseðlar, sum eru gyldugir. Tað vil siga, at seðlar, sum eru innsendir í spølni verða tiknir frá og eru ikki við í lutakastinum.

Sosialurin treytar sær, at teir atkvøðuseðlar, sum eru við í lutakastiinum eru originalseðlar.

Gallakvøldið verður í høllini í skúlanum í Hoydølum fríggjakvøldið og tá vera bestu leikararnir kosnir. Tá verður eisini almannakunngjørt hvør tann hepni vinnarin er, sum sleppur at hyggja at dystinum á Wembley.

Fyri at atkvøðuseðlarnir kunnu vera við í lutakastinum, skulu seðlarnir vera okkum í hendi í seinasta lagið fríggjadagin á middegi.