Teir práta mest um hondbólt, tá teir eru saman í gerandisdegnum. Tað er heldur ikki løgið. Teir hava spælt á sama liði í Nykøping Falster í triðbestu deildini í Danmark, men hetta seinasta árið hava teir veruliga gjørt vart við seg í føroyskum hondbólti. Skírishósdag er tað tó sum mótstøðumenn, at teir skulu knógva hvørjum øðrum í fyrstu FM-finaluni í Høllini á Hálsi.
Serliga í hesum døgum fyllir hondbólturin nógv í huganum á vinmonnunum Jacob Larsen, úr Neistanum, og David Edvardsen, úr StÍF. Hóast tað, so vóru teir fúsir til eitt prát um finaluna og hetta seinasta árið. Fríggjamorgunin settust vit í Hvonn, og sum teir sjálvir byrjaðu samrøðuna við: - Tað, sum fer fram á vøllinum, verður verandi á vøllinum.
Kappingarneytar
Tit spældu á liði saman í Nykøping Falster í triðbestu donsku deildini í 2006. Hvussu er tað nú at vera kappingarneytar um eitt gullheiðursmerki?
DE: Tað er stuttligt og spennandi. Æran stendur eisini upp á spæl. Æran um, hvør kann halda hvønn annan fyri gjøldur.
JL: Ja, nú eri eg eisini væl við Claus Rasmussen og Danni Syhler úr StÍF, so tað verður ein dystur í dystinum. Men eg eri sannførdur um, at eg standi ovast á skamlinum, tá heiðursmerkini verða býtt út.
Persónslýsingar
Jacob, hvussu vilt tú lýsa persónin David Edvardsen?
- Fantastiskur fýrur. Vit finna væl út av tí, báðir. Hann er altíð glaður og ótrúliga lættur at vera saman við.
David, hvat vilt tú so siga um persónin Jacob Larsen?
- Hann er altíð glaður, tað leggur tú til merkist alt fyri eitt. Hann er hjálpsamur og hevur torført við at siga nei – sum mær eisini dámar væl. Hann er stillur og veit altíð eina góða søgu, um tað er.
Jacob, hondbóltsspælarin David Edvardsen – hvussu vilt tú lýsa hann?
- Tað er sera lætt at undirmeta hann, tí hann er so lágvaksin. Men tað mást tú ikki. Hann skjýtur væl eisini. Eg ivist ikki í, at hann hevði staðið seg sera væl í næstbestu deildini í Danmark. Hann er uttan iva besti høgri bakkur í føroysku kappingini í løtuni. So vit mugu bara vóna, at hann spælur vongur móti okkum...
David, hvussu er málverjin Jacob Larsen?
- Ja, tú má so heldur ikki undirmeta hann. Verður skotið niðureftir, so veitst tú, at hann bjargar. Hann er kvikur á fótunum, og stendur verjan nøkunlunda, so verjir Jacob fyri tí, sum hann skal.
David, á hvørjum økjum skal Jacob Larsen menna seg?
- Hann hevur tað fyri at seta seg niður hvørjaferð, tað verður skotið á hann. Eg kann ikki reiðuliga hugsa um nakað annað.
Jacob, hvussu við David?
- Ja, tað er sikkurt atdráttarmegin, sum er orsøkin til tað. Men David? Nú siti eg og hjálpi honum her áðrenn finaluna, men líkamikið. Hann burdi skoti meira skiftandi. Hann fær altíð eina rúgvu av málum, ikki tað, men bólturin fer altíð í sama stað.
Danirnir høvdu ávirkan
David, hví valdi tú at koma higar?
- Eg var ringdur upp eina viku, áðrenn landskappingin í Føroyum byrjaði. Claus (Rasmussen, venjari hjá StÍF, blðm.) hevur áður verið venjari hjá mær í Team Sydhavsøerne í Danmark. Eg og Danni Syhler kennanst eisini væl, so teir ávirkaðu sjálvsagt mína avgerð. Teir manglaðu ein lám, og eg tók av alt fyri eitt. Eg metti tað verða eina stóra uppliving, og soleiðis hevur eisini verið higartil.
Jacob, tú var her í farna kappingarári eisini?
- Ja. Eg og Kári Horn, sum spældi við Neistanum í fjør, eru væl og eg hevði ofta prátað við Claus, sum jú vandi Neistan tá. Eg vildi fegin royna okkurt nýtt og ókent, og hetta var ein upplagdur møguleiki. Eg havi so ongantíð iðra meg um avgerðina síðan.
Er tað nakað, sum hevur verið gjørt tykkum bilsnar við Føryoum?
DE: Náttúran er sera vøkur. Fólkini eru eisini sera fitt og blíð. Tað eru væl fleiri og størri fjøll her enn í Danmark, men tað venur tú teg við alt fyri eitt.
JL: Ja, eg kann einans taka undir við David. Hatta er fyrimunurin við at svara spurningunum fyrst...
Er møguleiki fyri at síggja tykkum í føroyskum hondbólti í komandi kappingarári eisini?
DE: Ja. Avtala er longu fingin í lag við StÍF um, at eg spæli her í næsta ár eisini.
JL: Nú kom eg til Føroya í síðstu løtu, og tað eru framvegis ymisk viðurskifti í Danmark, sum eg má fáa í rættlag. Einki er avgjørt, men eg hevði gleðiliga verið í Føroyum eitt ár aftrat.
Vandamikið
Hvørja fatan hava tit av føroyskum hondbólti?
JL: Støðið er hægri, enn eg var vanur við í Nykøping Falster, tá eg spældi har. Eg havi eisini ofta undrast yvir, hvussu nógv krút er í nærdystunum her.
DE: Ja, eg má líka bróta Jacob av. Tað er ótrúligt, hvussu harðligir føroyingar eru á vøllinum. Og at dómararnir loyva tí. Tit eru væl vandir, tað má sigast. Tað verður hildið í troyggjunum og skumpað av øllum alvi.
Hvat hevur gjørt tykkum mest bilsnar við føroyskum hondbólti?
DE: Ja, serliga hetta við, hvussu føroyingar spæla við musklunum. Annar hvør nærdystur í Føroyum hevði verið til eina útvísing í donskum hondbólti. Summar tíðir er spælið kanska ov hart.
JL: Ja, tað burdi verið nakað fyri David at skumpa eitt sindur. Men tað er stórur munur á hondbóltinum her og í Danmark. Tað er ofta beinleiðis vandamikið at vera á vøllinum í Føroyum. Tað er løgið, at fleiri skaðar ikki eru.
Meta tit, at nakar føroyskur leikari hevði staðið seg í oddinum í donskum hondbólti?
DE: Sveinur Justinussen úr StÌF, heilt vist. Eg kann ikki reiðuliga hugsa um nakran annan nú. Jacob Larsen kanska eisini, hehe. Annars høvdu toppliðini í Føroyum eisini klárað seg í næstbestu deildini í Danmark, meðan tey niðaru, sum KÍF, VÍF og H71, høvdu stríðst um uppflyting millum tey triðbestu.
JL: Eg vildi sagt Finnur Hansson, um hann fekk eitt sindur meira av kjøti á kroppin. Carl Herup Olsen úr Neistanum eisini. Hann hevði staðið seg á vonginum. Tað eru heilt vist eisini fleiri, sum høvdu klárað seg í næstbestu deildini.
Claus ikki fyrimunur
Jacob, hvat verður avgerandi, um Neistin skal rópa seg føroyameistara í 2008?
- Vit hava verið ógvuliga skiftandi higartil. Tað gongur ikki í einari finalu. Verjan hevur staðið væl, men álopið hevur ikki verið nøktandi. Vit hava hinvegin ein breiðan og evnaríkan hóp av leikararum, og tað er sera umráðandi.
David, somuleiðis til tín – hvat verður avgerandi fyri StÍF?
- Tað er av stórum týdningi, at vit lyfta okkara botnstøðið. Tað hevur verið ov skiftandi. Tað riggaði sera væl í verjupartinum hjá okkum í byrjanin av kappingarárinum. Vit mugu finna tað ágangandi spælið aftur. Snarálopini verða eisini avgerandi. Hópurin er ikki serliga breiður, og vit mugu ikki fáa skaðar. Men sjálvsagt, verður alt soleiðis, sum eg greiði frá her, so vinna vit trygt.
Hvør leikari fær avgerandi týdning í finalunum og hví?
DE: Ingi Olsen, heilt vist. Hann hevur eginleikan at koppa einum dysti. Hann kann avlevera inn á strikuna, leggja upp til Trónda Kragesten og skjóta sjálvur.
JL: Eg vildi sagt tveir leikarar. Marian Cirloganescu, málverjin, sum hevur staðið seg sera væl seinastu árini og serliga í so týðandi dystum. So má eg nevna síðumannin hjá mær her, David Edvardsen. Hann kann skjóta nøkur avgerandi mál, so tað er umráðandi, at eg fyrireiki meg væl áðrenn.
Claus Rasmussen hevur verið venjari hjá Neistanum í fleiri ár. Er tað ein fyrimunur hjá StÍF?
JL: Nei, tað haldi eg ikki. Vit spæla heilt øðrvísi nú. Hann kennir sjálvsagt allar leikararnar, men vit hava eisini Jacob Jónsson í hópinum, sum stóð á odda fyri StÍF í fjør. So nei, tað er ikki ein fyrimunur.
DE: Tað er hvørki ein fyrimunur ella ein vansi. Claus stendur ikki fyri sama hondbóltsspælinum, sum hann gjørdi í Neistanum.
Hvat er størsta styrkin og størsti veikleikin á hinum liðnum?
JL: Tað eru serliga á tveimum økjum, at StÍF eru sterkir. Fyrst og fremst eru tað Danni Syhler, David Edvardsen og Sveinur Justinussen. Teir lyfta støðið hjá hvør øðrum, og StÍF hevði als ikki riggað, um eingin av teimum var við. Og so eisini snarálopini hjá teimum. Tað er ein stórur veikleiki, at teir ikki hava serliga breiðan hóp. Útskiftararnir megna ikki at fylla plássini eftir stuðulsleikarunum.
DE: Breiddin á hópinum er sjálvsagt ein styrki hjá Neistanum. Teir eru sera kvikir, sum jú er ein fyrimunur, serliga í mótálopum. Jacob er altíð tryggur í málinum. Neistin hevur nógvar einstaklingar, og tað meti eg verða ein veikleiki. Verjuspælið er eisini sera skiftandi, og teir mugu frøast um at hava Jacob í búrinum.
Til seinast Jacob Larsen og David Edvardsen – hvør verður føroyameistari í 2008?
JL: Vit vinna. Liðini eru á sama støði, men vit hava breiðara hópin, og tað verður avgerandi.
DE: Tað verður sjálvsagt StÍF. Vit hava staðið fyri bestu avrikunum í ár, og vit fara nú at staðfesta okkara støðu sum Føroya besta hondbóltsfelag.
Fakta:
Navn: David Edvardsen
Føddur: 15. desember, 1986
Felag: StÍF
Pláss: Høgri bakkur
Ættaður: Danmark, Fredrikshavn
Búsitandi: Tórshavn