Ársins summarfestivalur í Klaksvík varð skotin ígongd í gjár, so har hevur verið nógv fólk. Men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið stak friðarligt.
Bara eina ferð vóru boð eftir løgregluni og tað var tí at ein maður var ólátaður. Hann var fullur og harðligur í síni framferð á tjaldingarøkinum, men málið varð loyst við tað, at nakrir vinmenn tóku í herðatoppin á honum og førdu hann burtur.
Løgreglan sigur, at sostatt er einki mál skrivað og sostatt sleppur hann, í minsta lagi, undan eini bót upp 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar - tað er tað, sum fyrr kallaðist politiviðtøkurnar.