Nýggur hjálparvenjari hjá AB verður Terji Leitisstein Hansen. Hann er eins og Trygvi Mortensen uppvaksin í Runavík. Teir eru javngamlir og skulu nú standa á odda fyri AB.
- Eg valdi eftir áheitan frá nýsetta høvuðsvenjaranum, at taka av avbjóðingini sum hjálparvenjari. Vit eru bádir javnaldrar, og kennast væl frá ungdómsárunum í Runavíkini, sigur Terji Leitisstein Hansen við heimsíðuna hjá felagnum.
Terji Leitisstein Hansen kennir eisini væl til AB. Hann hevur verið ungdómsvenjari í felagnum frá 2002 til 2014.