Tær báðar Kimmie og Charlotte komu til landið í gjár. Tær kalla seg sjálvar dansarar, tær eru sera sera góðar vinkonur, og teirra dansur verður at síggja um ólavsøkuna i Eclipse.
Dansistaðið Eclipse hevur seinnu árini havt striptease sum fastan tátt einaferð um árið, tá ólavsøka er.
- Meiningin er, at hetta skal verða stuttligt. Eclipse er ikki nakar strippklubbur í Red Light District. Hetta eru ung fólk, sum koma at vísa seg fram, og føroyski ungdómurin, tá hann fer í býin, er meira ella minni nakin. Tað vita fólk, sigur Havgrímur Johannesen, ein av eigarunum av Eclipse.
Havgrímur Johannesen sigur, at seinnu árini hevur tað gingið mikið væl við striptease á ólavsøku. Tað hevur verið fult hús, sum sild í tunnu, og líka nógv konufólk sum mannfólk hava lagt leiðina framvið.
- Vit vilja gjarna tjena pengar sum øll onnur á ólavsøku. Ólavsøkan er mest kend fyri, at fólk ganga oman og niðan, so vit mugu hava okkurt annað, sum dregur. Her vísir tað seg, at striptease er væl umtókt, sigur Havgrímur Johannesen.
Orðaskiftið á Løgtingi
Men striptease er ikki líka væl umtókt millum øll. Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur áður víst á, at striptease hoyrir ikki heima í Føroyum. Hann sigur við Sosialin, at tað er vanæriligt, at vit ikki kunnu stýra slíkum viðurskifti í okkara egna landi.
- Tað er eisini vanærilig skomm, at politiska skipanin í Føroyum skal hava eina meining um hesi viðurskifti uttan at fáa gjørt nakað sum helst, tí vit onga avirkan hava á støðuna, men heldur lata útlendskar fyrimyndir leggja støðið fyri slíkum virksemi. Striptease og líknandi virksemi er beinleiðis ágangur ímóti kvinnum, tí mangan er tað ikki sjálvboði, at kvinnur eru uppí í slíkum virksemi, og tað eiga vit ikki at lata um okkum ganga, sigur Jenis av Rana við Sosialin tann 22. juli.
Havgrímur Johannesen sigur seg væl skilja, at striptease ikki fellur í góða jørð hjá løgtingsmanninum.
- Men hetta er ikki nøkur vulgær framsýning. Tær vísa ikki beinleiðis kynslutirnar fram. Tað stutta av tí langa er, at hetta er nakað óskyldugt og stuttligt, sum nógv fólk dáma væl, sigur Havgrímur Johannesen.
- Vit gera hetta handan lukkaðar dyr, og alt er 100 % lógligt, sigur Havgrímur Johannesen.
--
MYNDATEKSTUR: Kimmie kemur saman við Charlotte at verða lættliga ílætin í Eclipse um ólavsøkuna. Fyrireikari sigur, at tær báðar eru sera góðar við hvørja aðra
Mynd: Hasse Jensen