Vinkonur gera heilsubygd í India

Føroyingar, sum kenna seg útbrendar og hava brúk fyri friði og útreinsan, fáa nú møguleika at fara til India, har Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen hava gjørt eina heilsybygd

- Hetta er eitt heilsustað fyri fólk, ið søkja frið og ynskja at halda frí á ein øðrvísi hátt enn tað, vit vanliga seta í samband við feriu. Soleiðis lýsa tær báðar kvinnurnar, Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen, heilsustaðið í India, sum tær saman hava latið byggjað. Ætlanin er, at føroyingar og onnur skulu koma til heilsustaðið, sum hevur fingið heitið You and Nature Resort, fyri at styrkja seg kropsliga og sálaliga.


Keyptu nógva jørð

Tað byrjaði alt við, at Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen í fjørvár keyptu 6.000 fermetrar av jørð í Kerala landslutinum, sum liggur í útsynningshorninum av India. Saman við einum indiskum samstarvsfelaga hava tær gjørt matarstað, yoga platform, svimjihyl og 10 smáttur, sum gestirnir á heilsustaðnum búgva í.


- Á heilsustaðnum eru eingi óljóð, vøkur náttúra og frísk luft í ovurmáti, sigur Lis Helgadóttir, sum gleðir seg til fyrsta føroyska ferðalagið vitjar heilsubygdina um góðar tvær vikur. Á staðnum kunnu gestirnir millum annað meditera, íðka yoga, fáa mýking og eta heilsugóðan mat. Hóast staðið er langt burturi frá Føroyum, so ivast tær ikki í, at eisini føroyingar fara at trívast í heilsubygdini.


- Alt eru bygt, soleiðis at tað er á einum góðum norðurlendskum støði, ja faktisk minnir tað onkursvegna um eina føroyska bygd, sigur Marit H. Petersen og sipar til byggiháttin av smáttunum. Tær hava eisini hugsað nógv um innrættingina inni í lítlu húsunum, har gestirnir búgva.


- Í teimum 10 smáttunum, har tveir gestir búgva saman, er alt innrættað í Feng Shui stíli, leggur Lis Helgadóttir afturat. Tað merkir, at alt er innrættað eftir filosofiska ástøðinum, har innrætting og arkitekturur hava til endamáls at skapa eitt harmoniskt samspæl millum fólk og umhvørvi.


Hava yoga í felag

Hóast Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen saman hava ognað sær jørð í India og bygt heilsustað, so hava tær bert kenst í stutta tíð.

- Fyri trimum áðrum síðani valdi eg at broyta lívsstíl, tí eg arbeiddi alt ov nógv, og gerandisdagurin var í stóran mun merktur av, at eg var strongd. Sum partur av lívstílsbroytingini fór eg at íðka yoga, og mær dámdi tað so mikið væl, at eg fór á ymisk skeið, soleiðis at eg í dag eri útbúgvin yogalærari, greiðir Lis Helgadóttir frá. Hon er útbúgvin háfríðkanarkvinna og bindiformgevi. Tað var á einum yogaskeiði í Egyptalandi, at hon hitti ein indara, sum í dag er samstarvsfelagi á heilsustaðnum í India. Marit H. Petersen, sum í fleiri ár hevur starvast innan roknskaparyrki og leiðslu, hevur eisini íðkað yoga tey seinastu árini og hevur saman við Lis Helgadóttir verið í Egyptalandi á yogaskeið.

- Tað stuttliga er, at vit báðar eru rættiliga ymiskar upp á nógvar mátar, men vit eru blivnar góðar vinkonur, eftir at vit møttust fyri tveimum árum síðan, sigur Marit H. Petersen og leggur afturat, at tær hittu hvørja aðra í samband við eina psykoterapeut útbúgving, sum tær nú hava lisið í tvey ár.


Yoga, oljubað og grýn

Ein stórur partur av uppihaldinum á heilsustaðnum hjá Lis Helagdóttir og Marit H. Petersen snýr seg um útreinsan. Tað merkir eitt nú, at gestirnir ikki fá mat, sum vit kenna frá hotellum og frítíðarstøðum uttanlands.

- Á You and Nature Resort hava vit tað, sum vit kalla detokserandi kost. Tað vil siga matur, ið er við til at reinsa kroppin, og tað er til dømis rís, grýn, urtir, grønmeti og frukt, sigur Lis Helgadóttir, sum sjálv livir rættiliga vegetariskt. Gestirnir kunnu eisini fáa ayurvediska viðgerð á heilsustaðnum.

- Næstan øll hava tørv á vætu til kroppin, og tað kann mann fáa við at fara í oljubað við urtum hálvanannantíma hvønn dag, greiðir Lis Helgadóttir frá. Sum coach og við stóra áhuga fyri hjartahealing leggur Marit H. Petersen dent á, at gestirnir eisini kenna seg væl fyri sálarliga, tá uppihaldið á heilsustaðnum er liðugt.

- Okkara heilsubygd skal virka sum eitt pitstop. Gestirnir hava eisini møguleika at sita og meditera, samstundis sum til ber hjá teimum at njóta vakra útsýnið frá heilsustaðnum, sum liggur í 700 metrar hædd, sigur Marit H. Petersen.



Ætla føroyska heilsubygd

Tey, ið halda, at tað er í so langt at fara til India á heilsufremjandi feriu, hava kortini møguleika at verða sunn upp á henda mátan.

- Vit hava ætlanir um at gera eitt heilsustað í Føroyum, og møguliga fer tað at vera longu nú í summar í Mykinesi. Vit hava hús í Mykinesi, sum kunnu brúkast til endamálið, greiðir Marit H. Petersen frá. Í roynd og veru hava Lis Helgadóttir og Marit H. Petersen leingi havt ætlanir um at gera eitt heilustað í Føroyum, men onkursvegna er tað ikki blivið veruleiki enn.

- Tá vit byrjaðu upp á hesa verkætlanina við heilsubygdini í India, valdu vit at bíða við einum tílíkum stað í Føroyum, men nú ætla vit at royna at hava eitt heilsustað í Mykinesi einaferð í summar, sigur Marit H. Petersen.