Góða Margreta
Vinskapur okkara hevur gingið yvir eitt sera langt áramál. Løturnar eru óteljandi við góðum innihaldi, skemti, metingum, meiningum, verkætlu-num og sjálvsagt vanligum túnatosi.
Vit fara við hesum at heilsa tær á tínum stóra degi.
Margreta er fødd 13. januar 1941. Hon er dóttir Tummas Svenn Zachariassen úr Vestmanna og Astrid f. Berg úr Hvalba. Astrid gjørdist einkja ung og giftist upp aftur við Niels Joensen. Systkini eru 4 frá fyrru giftu, og 4 í seinnu giftu. Her finna vit kanska rótina til sterku kensluna hjá Margretu fyri familjubondum.
Margreta varð gift við Oliver Næss í 1967 og fingu tey børnini Kristinu og Jens Tummas. Margreta eigur eisini sonin Regin.
Í 1992 doyði Oliver av sjúku, og Margreta gjørdist einkja. Hetta var ein ein svárur missur og tung tíð. Hóast hendan mótburð hevur Margreta verið fyrimyndarlig mamma, omma og serstakt familjumenniskja.
Børn, ommubørn og svigarbørn fylla nógv í tilveruni hjá Margretu, samstundis sum hon eisini røkkur sínum systkjum og teirra familjum.
Margreta tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1966. Hon var einsamøll
kvinna í flokki saman við 18 monnum.
Eftir lokið læraraprógv var Margreta fyrstilærari við skúlan á Hvítanesi og síðani flutti hon til Hoyvíkar skúla, tá ið hann var bygdur mitt í sjeytiárunum. Hon arbeiddi í Tórshavnar Kommunskúla frá 1978 til hon fór frá 60 ára gomul. Margreta fór frá skúlaverkinum og til Landsmið-støðina fyri undirvísingartilfar, har hon saman við øðrum hevur bygt upp eitt týðandi ljóðbandasavn. Hon hevur eisini lagt til rættis lesi – og skrivibøkur fyri Føroya Skúlabókagrunn .
Margreta var á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya 1969-70, DLH (Danmarks LærerHøjskole) 1974-75 og á University of Newcastle 1983-84, har hon las enskt.
Margreta hevur verið formaður í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í árunum 1985-1993. Sama ár, sum hon sleppur formansskapinum í MBF, tekur hon við formansskapinum í Havnar Sjónleikarfelag til 1996.
Umframt sítt lærarayrki, so hevur Margreta havt áhuga fyri sjónleiki, politikki og ymsum felagsarbeiði.
Hon hevur síðani seinast í sekstiárunum verið við til at mynda føroyskt sjónleikarlív. Oliver og Margreta løgdu nógva orku í teirra felags áhuga at fáa sjónleikin á eitt so gott støði sum gjørligt,.
Sjónleikarhúsið hevur altíð átt eitt stórt pláss í Margretusa hjarta.
Vit minnast hana í leiklutum sum t.d. Miranda í ”Harðveðrinum” eftir Shakespeare, Dala Vala í ”Jørundi Hundagakongi” eftir Jónas Árnason.
Eisini minnast vit prestin í leikinum ”Men størstur er kærleikin” eftir Per Olov Engquist og í grisku tragediuni ”Antigone” eftir Sofokles.
Upplestrarkynstrið hevur hon sum fáur. Hvør minnist ikki upplesturin í Útvarpi Føroya av skaldsøguni ”Katrin” ? Margreta hevur luttikið í fleiri útvarpsleikum.
Vit fýra vinkonur hava verið í mangum leiki saman við Margretu bæði á palli og handan pall. Eitt stendur eftir, og tað er, at Margreta er holl í samstarvi, kanska júst tí hon hevur sínar metingar og meiningar, og er før fyri at bera tær fram.
Góða Margreta . Tú hevur vakurleika, styrki og góðar førleikar at halda fram bæði á ein og annan hátt. Vit gleða okkum til næstu samveru , tá ið vit halda fram við framhaldssøguni um lív og lagnur hjá okkum og øðrum.
Sum tú veitst, so hava vit eitt verkevni, sum vit skjótt mugu fáa til høldar, so tað er bara at koma í gongd.
Vit takka tær fyri áralangt vinalag, har tú hevur givið okkum tín loyalitet, tína rástyrki, tíni ríku evni.
Tíni serstaku evni at síggja tað skemtiliga í tí álvarsliga, og ikki at bakka, tá ið alt ikki gongur sum ætlað, hava vit mangan notið gott av.
Eftir stendur, at tú er tín egin, og er als ikki til keyps viðvíkjandi løttum loysnum. Tí er tað so mennandi at vera vinkona við teg.
Enn einaferð – Hjartaliga tillukku – Vit heilsa tær og ynskja tær og tíni familju alt tað besta í komandi tíðum.
----------
Vinkonurnar Elin, Gulla, Nora og Oddvá