Um Jennifer Aniston sleppur at taka avgerðina, verða seks vinirnir úr væl umtóktu sjónvarpsrøðini skjótt savnað aftur í einum biograffilmi.
Tá ið sjónvarpsrøðin endaði, var Aniston ímóti, at ein filmur varð gjørdur um vinirnar, men nú tykist hon at hava broytt meining.
Hon biddar næstan framleiðararnar um at byrja skjótast gjørligt, tí hon er bangin um, at
høvuðssjónleikararnir handan røðina skjótt verða ov gamlir til at taka upp ein nýggjan film.
Sjálv er Aniston tann yngsti vinurin, meðan hinar báðar genturnar Courtney Cox (Monica) og Lisa
Kudrow (Phoebe) eru ávíkavíst 44 og 45 ár.









