Vinir skulu hjálpa Býarsavninum

Ætlanin er at fáa 1.000 fólk at rinda 10 krónur um mánaðin. So er framtíðin hjá Býarsavninum í Havn tryggjað 

 

Í eina tíð hevur Jan Christiansen í Havn spælt sær við tankan um, hvussu fólk kunnu hjálpa Birgari Johannesen við rakstrinum av Býarsavninum í Havn. Og nú hevur hann eina loysn.

 

Hann hevur stovnað Facebookbólkin »Býarsavnsvinir«, hvørs endamál er at hjálpa Birgari Johannesen við at fíggja føstu útreiðslunar hjá Býarsavninum, sum hann hevur sett á stovn, og sum húsast í gomlu Tórs Cafeteria í Niels Finsensgøtu í Havn.

 

– Tað eru vinmenninir, sum dagliga drekka kaffi saman á Hvonn í Havn, sum hava tosað um hetta. Birgar er millum okkum, sum dagliga hittast har, men hetta er als ikki hansara hugskot. Birgar hevur slett ikki gingið við hattinum í hondini. Men vit hava allir tosað um hetta megnar arbeiði, hann hevur gjørt við býarsavninum, sum átti at verið ein kommunal uppgáva.

 

– Vit hava sera stóra respekt fyri tí, sum Birgar Johannesen hevur avrikað, og soleiðis er tað, at hugskotið um »Býarsavnsvinir« er komið í lag, sigur Jan Christiansen.

 

Endamálið er stutt og greitt at savna saman pening, soleiðis at Býarsavnið fær svarað sínar skyldur við húsaleigu og ljósi og hita. Málið er at fáa 10.000 krónur um mánaðin ella 120.000 krónur um árið.

 

Jan Christiansen stovnar ein Facebook-bólk, har fólk kunnu tekna seg sum lim. Tað kostar 120 krónur um árið at vera limur, ella 10 krónur um mánaðin.

 

– Okkara sera optimitiska mál er at røkka 1.000 limum. Og klára vit tað, so fáa vit 120.000 krónur inn um árið – ella 10.000 krónur um mánaðin, sigur Jan Christiansen.

Jan Christiansen vísir á, at Birgar Johannesen er ein eldsál, og at tað er einki minni enn fantastiskt, sum hann hevur avrikað við Býarsavninum.

 

– Men vit skulu minnast til, at Birgar er 70 ára gamal, og at tað tí er avmarkað, hvussu leingi hann kann klára tað, og so dettur savnið niðurfyri. Og tað er spell, heldur Jan Christiansen.

Hann heldur, at Birgar Johanensen heldur skal konsentrera seg um savnið og ikki um at fáa pengar til húsaleigu.

 

– Hetta eigur sjálvandi at vera ein almenn uppgáva. Og tað síggja vit til dømis í Íslandi, at hvør býur hevur sítt egna býarsavn, sigur hann.

 

Jan Christiansen sigur, at »Býarsavnsvinir« eru líkasum ein fyribilsloysn, soleiðis at Býarsavnið fær virkað næstu tíðina.

 

– Hetta fer uttan iva eisini at gera fólk meira tilvitað um savnið, og tey sum eru limur, hava eisini fría atgongd at vitja savnið. Soleiðis fáa fólk eisini ognarskap í savninum, og vit at vera við í Facebook-bólkinum, so kunnu tey eisini gerast virkin og soleiðis gagna savninum.

Jan Christiansen sigur, at hann sjálvur hevur einki við pengarnar at gera. Tað verður bara Birgar Johannesen, sum kann nerta kontoina, men allir »býarsavnsvinir« kunnu síggja kontoavrit, sum fara at liggja frammi í savninum. Tí pengarnir skulu óskerdir til útreiðslurnar í sambandi við savnið.

 

-----------------------------

 

Soleiðis verður tú »Býarsavnsvinur«:

 

Við at gjalda 120 krónur á konto 6460-557.164.4 í BankNordik.

 

Gjaldið er árligt gjald við fastari flyting einaferð um árið.

 

Tey, ið gjalda, verða limað inn í Facebook-bólkin »Býarsavnsvinr«, sum verður stovnaður til endamálið.

 

Tey, ið eru býarsavnsvinir, hava fría atgongd til Býarsavnið.