Vinir Sýrialands á fundi

Umboð fyri næstan 70 lond, sum hava skipað seg í felagsskapin Vinir Sýrialands, hittust í morgun til fundar í Tokyo, har tey enn eina ferð bóðu sýriska forsetan, Bashar al-Assad, og stjórn hansara finna eina loysn á kreppuni í landinum.

Japanski uttanríkisráðharrin, Koichiro Gemba, sum er vertur fyri fundinum, segði á fundinum, at altjóða samfelagið noyðist at finna eina loysn, tí tað er greitt, at trygdarráðið hjá ST megnar ikki at loysa málið, segði hann.

-Harðskapurin hevur nú vart í meiri enn 20 mánaðir og hevur kravt meiri enn 40.000 mannalív, segði japanski ráðharrin.

Vinir Sýrialands hava hildið fýra fundir fyrr, uttan at nakað stórvegis er komið burturúr. Kortini er tað broytt samanborið við tann seinasta fundin, at í Tokyo koma fýra lond afturat upp í felagsskapin. Tey eru Kasakhstan, Kosovo, Indonesia og Bangladesh.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, segði í gjár, at amerikonsku myndugleikarnir umhugsa, hvønn stuðul teir kunnu lata andstøðuni í Sýrialandi. Hon vildi ikki siga, um USA fer at viðurkenna andstøðuna sum lógligt umboð fyri Sýrialand.