Vinir hittast til stevnu

Odense: Hetta vikuskiftið verður aftur skipað fyri einum samfelagsvikuskifti í Odense.

Byrjað verður leygardagin á middegi og hildið verður á til eftir døgurða sunnudagin. Heitið fyri vikuskiftið er ” Á fund við Jesus". Í fjør komu yvir 80 fólk til tiltakið, og vóru tey í øllum aldrum, tey flestu kortini um 20-30 ár. Tiltakið verður hildið í Kratholmskolen í Odense, og vónar fyrireikarin, Árni Helmsdal (myndin) at mong fólk koma aftur í ár.