Vinir hittast í Esløv

Tíðindi frá Norrønafelagnum

Fólkaheilsa er høvuðsevnið á vinarbýastevnuni í Esløv í Svøríki í summar. Har hittast fólk úr býunum í vinarbýaketuni, sum Havnin einaferð var við í.
Stevnan verður frá 17. til 20.juni. Á skránni er seminar um børn og heilsu, arbeiði og heilsu og mentan og heilsu. Eitt annað seminar er um viðurskiftini hjá teimum ungu í Norðurlondum.
Annars eru útferðir, frítíðarítriv, veitslur og ekumenisk uttanduragudstænasta á skránni.
Men fyrst og fremst eru norðurlendsku vinarbýastevnurnar eitt gott høvi hjá fólki úr Norðurlondum, eisini úr Føroyum, at hittast í vinalagi og knýta bond, sum vara alt lívið.
Freistin at tekna seg er til mánadagin 15.mars.
Upplýsingar og tilmeldingarblað fáast hjá Norrøna Felagnum Føroyum.