Vinir fáa ung at taka rúsevni

Tá ungfólk taka sterkari rúsevni er tað ofta tí, at tey eru komin í eitt umhvørvi, har tað er vanligt at brúka rúsevni.

- Sosialir samanhangir eru avgerandi fyri, um fólk taka amfetamin ella kokain. Um tú kemur í eitt umhvørvi, har tað er vanligt at taka rúsevni í veitslum, er nógv størri møguleiki fyri, at tú sjálvur eisini byrjar at taka rúsevni, sigur Mads Uffe Pedersen, professari á lærda háskúlanum í Aarhus, við Berlingske.

Kanningar vísa, at tá fólk taka sterkari rúsevni, eru tað í 70-80 prosentum eisini vinir hjá teimum, sum taka rúsevni.