Vinglutur uttanríkispolitikkur

- Ætla løgmaður og føroyska landsstýrið at gera sum Grønland og krevja viðurkenning og egnan leiklut í Arktiska Ráðnum, ella er løgmaður við í Kiruna sum danskt embætisfólk?

Tað spyr Høgni Hoydal, sum eftirlýsir ein greiðan uttanríkispolitikk í Arktiska Ráðnum, sum hevur ráðharrafund ídag.

Sum mótmæli móti manglandi virðingini hjá svenska formansskapinum fyri leiklutinum hjá sjálvstýrandi økjunum í danska ríkinum hevur grønlendska landsstýrið gjørt av at halda seg burtur frá ráðharrafundinum í Arktiska Ráðnum, sum verður hildin í Kiruna í Svøríki.

Síðani á heysti 2011 hevur Grønland ikki fingið loyvi at sita við borðið til samráðingarnar í Arktiska Ráðnum, og tað er í stríð við galdandi praksis á økinum, sigur grønlendska landsstýrið.

Høgni Hoydal er næstformaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtininum. Har hevur føroyska støðan í Arktis als ikki verið umrødd, og tað undrar formannin í Tjóðveldi.

- Málið hevur stóran, principiellan týdning, sigur Høgni Hoydal: