Vingl í samgonguflokkunum

? Eg síggi tað ikki sum ein trupulleika fyri fullveldisætlanina, at tað í løtuni er eitt sindur av vingli í einum av samgonguflokkunum

Hóast Fólkaflokkurin tykist signalera, at hann ikki er eins heitur fyri fullveldisætlanini, sum Tjóðveldisflokkurin, er hetta als ikki ræðandi fyri Høgna Hoydal.

Bjarni Djurholm gav í útvarpinum mikukvøldið greiðar ábendingar um, at hann ynskir ein sokallaðan stig fyri stig fíggjarpolitikk viðvíkjandi fullveldisætlanini. Eisini gav hann greið boð um, at hann ikki ynskir aðalorðaskiftið í tinginum um fullveldisætlanina skal byrja týsdagin 28. september. Hann vil hava tað útsett, tí løgmaður hevur verið burturstaddur, og Fólkaflokkurin skal hava stundir at fyrireika upplegg sítt. Sostatt kann Fólkaflokkurin tykjast meira varin enn Tjóðveldisflokkurin tá talan er um fullveldi.


Samgonguskjalið bindir

Men Høgni Hoydal hevur álit á, at Fólkaflokkuri heldur seg til tær avtalur, gjørdar eru millum flokkarnar í fullveldismálinum.

? Vit hava bæði í samgonguskjalinum og í løgtingssamtyktini frá 2. oktober 1998 staðfest, at landsstýrisamgongan skal arbeiða fyri føroyskum fullveldi, og eg eri vísur í, at fólkaflokkurin fer at halda seg til hesar avtalur.

Høgni Hoydal heldur, at talan er um innanhýsis vingl í einum av samgonguflokkunum, og um tað er Bjarni Djurholm, ið er trupulleikin, er Høgni Hoydal vísur í, at Fólkaflokkurin fer at taka sær av honum.

? Bjarni Djurholm leggur ógvuliga stóran dent á búskapar- og vinnupolitik. Tað er ikki víst, at hann fær svar uppá allar sínar spurningar í Hvítubók, men hon er eitt amboð, ið skal hjálpa fólki til at fáa svar uppá sínar spurningar, og er vón mín, at hon verður nýtt soleiðis, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at krøvini um fullveldi ala fram onnur krøv, og heldur hann hetta vera eina sunna gongd.

? Tann prosessin, vit í løtuni eru í, er at finna út av, hvørji krøv føringar seta til eitt føroyskt fullveldisríki, og síðani verður farið undir veruligu ætlanina.


Kann bíða

? Vil Bjarni Djurholm hava aðalorðaskiftið útsett frá 28. til 29. ella 30., er hetta ikki ein stórur trupulleiki. Løgmaður er nú heimafturkomin, og vit fara at finna útav, um vit ikki kunnu byrja aðalorðaskiftið 28. eins og ætlað, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal vísir á, at tá samgonguskjalið varð undirskrivað gekk Tjóðveldisflokkurin uppá kompromis við nógv av krøvunum hjá Fólkaflokkinum, og er hann vísur í, at Fólkaflokkurin ikki fer at svíkja Tjóðveldisflokkin nú.

? Eg havi álit á, at Fólkaflokkurin heldur seg til avtalurnar, sigur Høgni Hoydal at enda.