David McDine sendi tvær myndir av toftafólkunum og eitt postkort. Familjumyndin er av Magnus Mikkelsen (1895-1982) av Toftum og konuni Onnu Elisabeth Mikkelsen (1898-1979) fødd Thorkildshøj, saman við teirra fimm døtrum. Tær eru frá vinstru Karolina Betty, vanliga nevnd Linnebeth (Berg), Jenny (1924-1999) (Gunnarsson), Poulina (Zachariassen), Simona (Nielsen) og Hertha (Skýlindal).
Hin myndin er tikin uttan fyri heimið á Toftum. Fólkini eru frá vinstru: Jenny, Joseph, Simona og Linnebeth.
Postkortið frá 1965 er frá Honnu og Óla Christian Skála, sum høvdu Skálabúðina í Dr.Jacobsensgøtu.
Magnus Mikkelsen búði saman við familjuni á Toftum. Tey høvdu handil á Toftum og á Nesi eina tíð. Eftir kríggið fluttu tey til Havnar, har tey stovnaðu klædnahandilin, Magnus Mikkelsen Manufaktur, ella sum havnarfólk nevndu handilin "hjá Toftamanninum".
Handilin var í húsunum hjá Honnu og Óla Christian Skála í Dr.Jacobsensgøtu. Hanna Skála var systir Onnu Elisabeth, konu Magnus Mikkelsen. Tá Magnus gavst at handla, keypti hann í 1953, saman við øðrum skonnartina Kongshavn at nýta til útróður við bátum í Grønlandi. Samstundis yvirtóku Hanna og Óla Christian Skála handilin, ið vit kenna sum Skálabúðina.
Sum tað sæst á postkortinum hevur Joseph McDine í øllum førum havt samband við familjuna til 1965. Annars hevði famlijan í mong ár samband við ein annan bretskan hermann, Robert Campbell (Bobby), ið fleiri ferðir vitjaði aftur í Føroyum.
Familjan er spent upp á at heilsa uppá David McDine, tá hann kemur higar 5. juli.
Vónandi kemur hann eisini at knýta vinarbond her og fáa nógv at vita um tíðina, tá pápi hansara var hermaður í Føroyum.