Vinfólkini halda tað er cool

Leygardagin verður frumsýning av leikinum um Ronju Ránsmannadóttir. Krevjandi høvuðsleiklutin sum Ronju spælir 16 ára gamla Barbara Hentze í Stórustovu, sum seinastu tveir mánaðirnar hevur hvørja einastu fríløtu til at venja leikin í.

Vit fingu eitt lítið prát við Barbaru í Norðurlandahúsinum seinnapartin hósdagin, beint áðrenn hon fór at venja leikin fyri seinastu ferð. Áðrenn vit sessaðust við eitt borðunum í forhøllini, fóru vit innar í sjálvan salin at hyggja at pallinum og taka myndir, og lat tað verða sagt beinanvegin. Undirritaði blaðmaður var fullkomiliga tikin av bóli av tí einastandi vakra pallinum, sum er eitt fantastiskt listarverk í sjálvum sær. Við so góðum rammum kann tað bert gerast ein góð uppliving hjá teimum mongu, ið fara at hyggja eftir leikinum.

Fekk leiklutin beinanvegin
Barbara greiðir frá, at tað var síðst í august mánað, at Jenny Petersen, stjóri í Tjóðpalli Føroya, ringdi til hennara og spurgdi, um hon var áhuga í at spæla leiklutin sum Ronja Ránsmannadóttir.
- Eg havi gingið til drama hjá Hjørdis Johansen í eini fimm ár, og eg havi einaferð áður verið við í einum leiki hjá Grímu, har eg spældi kinesari. Leikararnir í tí leikinum eru eisini við nú, og Jenny hevði sæð tann leikin, og tí ringdi hon til mín, sigur Barbara.
Unga sjónleikarakvinnan fór so oman á Meiaríið, har hon royndi seg framman fyri nøkrum av teimum, sum hava við Ronju Ránsmannadóttir at gera, og hon fekk leiklutin beinanvegin, greiðir hon frá.
Venjingarnar fóru í gongd beinanvegin, og Barbara sigur, at síðani mánaðarskiftið august/september er hvør einasta fríløta farin til at venja sjónleik.

Ongantíð sungið alment áður
Sum tey flestu ivaleyst vita, so er uppsetingin av Ronju Ránsmannadóttir í Norðurlandahúsinum ein sangleikur, og hetta merkir, at Barbara skal syngja á pallinum. Hetta hevur hon ongantíð roynt áður, og tað er ikki frítt, at hon er eitt sindur spent uppá, hvussu tað fer at ganga.
- Eg hugsi eitt sindur um tað, og tað verður løgið at syngja framman fyri so nógvum fólkum. Eg havi havt sangtímar hjá Sigrið Sivertsen, og eg haldi, at tað gongur væl nú, hóast eg var eitt sindur bangin í byrjanini, sigur Barbara.
Nú vit hitta hana tveir dagar undan frumsýningini, vóru nervarnir ikki farnir at gera um seg, men sjálv ivast hon ikki í, at tað skal nokk fara at koma.

Ikki gingið út yvir skúlan
Hóast hon hevur brúkt hvørja fríløtu seinastu tveir mánaðirnar til at venja í, so heldur Barbara Hentze í Stórustovu , at tað ikki hevur gingið út yvir skúlan og skúlatingini.
- Nei, hóast eg havi vant so nógv, so hevur tað borið til at gjørt skúlatingini, og eg havi heldur ikki verið burtur frá skúlanum orsaka av sjónleikinum, sigur Barbara.
At hon nú hevur høvuðsleiklutin í einum so stórum leiki sum Ronju Ránsmannadóttir, hevur eisini vakt ans millum hennara javnaldrar og onnur á Eysturskúlanum, har hon hevur sína dagligu gongd.
- Vínfólkini hjá mær halda, at tað er cool, at eg havi høvuðsleiklutin, hóast eg sjálv veit, at allir leiklutir hava líka stóran týdning. Í skúlanum spyrja øll nógv, hvussu tað gongur við leikinum, og lærarar steðga mær á gongini at frætta. Eg veit eisini, at tað eru fleiri flokkar í Eysturskúlanum, sum eru í ferð við at lesa bókina, og sum skulu síggja leikin aftaná, greiðir Barbara Hentze í Stórustovu frá.

Ein strævin tíð
At tað er tíðarkrevjandi at verða við í einum so stórum leiki, er einki dulsmál, men hóast Barbara at kalla onga veruliga frítíð hevur havt seinastu tveir mánaðirnar, so gleðir hon seg ikki til, at tey eru liðug við sýningarnar.
- Tað hevur verið bæði ein spennandi og ein strævin tíð, og eg vænti, at tað verður ein løgin kensla, tá ið vit eru liðug at spæla. Eg havi jú verið saman við hesum fólkunum í so at siga hvønn einasta dag í tveir mánaðar, og bráddliga er alt bara liðugt, sigur Barbara at enda.
Seinasta venjingin stendur fyri framman, og hon má nú skunda sær, tí hon skal gerast klár til hesa venjing. Dagin eftir (t.v.s. í dag, blðm.) stendur generalroyndin á skránni, og tá skal alt helst klappa, sum tikið verður til.