Eitt stormlágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum fer í ein landsynning og fyllist. Í nátt fór ein veikur hátrýstsryggur fram við av vestri, og komandi dagarnar liggur ein sterkur streymur av útsynningi og vestri yvir landið. Hesin hevur við sær brúgvaløg við ælaveðr og vindi. Seinni í vikuni mennist eitt nýtt hátrýst í ein útsynning úr Islandi, og streymurin av útsynningi víkir fyri einum streymi við ælaveðri av norðri.
Í dag
Fyrrapartin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, samdrigið og stundum regn. Út á dagin lækkar hann í ein sunnan, tað verður skýggjað og møguliga sirm ella tám. Hitin millum 5 og 10 stig. Í nátt verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, skýggjað og támut veður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og suðri, 13 til 18 m/s, seinni makar hann niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, seinni turt. Hitin millum 5 og 10 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Han dregur samanum og seinnapartin verður regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Fríggjadagin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, seinni stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.
Gamlaárskvøld
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, seinni strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og stundum ælaveður, lutvíst við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Nýggjársdag
Strúkur í vindi upp í skrið av norðri. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.