Veðrið í dag, mánadagin. Gul til stívt andøvsgul av vestri, sum seinni fer í ein sunnan, 5-10 m/s. Seinni í dag veksur vindurin upp hvassan vind, 10-15 m/s, sum í støðum fer upp í 20 m/s.
Tað verður samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið fer at liggja millum fýra og átta stig.
Í morgin verður upp í hvassan vind av útsynningi, sum seinni sanrar í ein norðan, 13-18 m/s. Tað verður samdrigið og regn, hitin fer at liggja millum fýra og átta stig.