Náttin hevur verið stak friðarlig, siga tey av løgreglustøðini í Havn í morgun. Onkur áheitan hevur kortini verið eftir hjálp frá løgregluni, men einki álvarsamt.
Størsta málið í nátt var, at ein trampolin bleiv tikin av vindinum. Fólk á staðnum fingu tó tikið sær av trampolinini, áðrenn nakar skaði hendi.
- Tað sigur seg sjálvt, at ein slíkur dúkur tekur nógvan vind á seg, hóast tað kanska ikki er so nógvur vindur. Tí er týdningarmikið, at fólk tryggja trampolinina væl, tá tey seta hana upp, sigur vatkhavandi í morgun.