Tað er rættiligt heystarveður, og veðurforsøgnin sigur, at tað seinnapartin eisini verður vindur.
Veðurforsøgnin sigur, at ættin verður útsynningur, og at vindferðin verður 10 metrar um sekundið og í hvirlunum upp í 17 – 18 metrar um sekundið. Eitt nú í Gøtu er tað rættiliga ábært.
Tveir dystir í 24. umfari vóru í gjárkvøldið. 07 Vestur vann 2-1 á heimavølli ímóti AB, sum nú er tætt við at flyta niður, og tað endaði 3-3 í Gundadali, har HB hevði vitjan av B68.
Í dag eru tríggir dystir. EB/Streymur er í Trongisvági, har TB seinnapartin fer at spæla fyri lívinum.
ÍF er á veg til Klaksvíkar. Meðan fuglfirðingar hava lívið í bestu deildini at spæla fyri, so er spurningurin hjá klaksvíkingum og norðoyingum, um tað verður í dag, at teir fara at tryggja sær FM heitið. KÍ hevur 20 ferðir áður vunnið meistaraheitið.
Í Sarpugerði í Gøtu fær Víkingur vitjan av B36. Hjá Víkingi er dagsskráin at styrkja um støðuna á bronsuplássinum, og hjá B36 snýr tað seg um at verja silvurplássið og at halda tørn um lítla møguleikan at vinna FM. Um KÍ í Klaksvík fer at vinna størri úrtøku, enn B36 vinnur í Gøtu, so verður KÍ FM vinnari.
KÍ – ÍF: Alex Troleis kl. 15.00
Víkingur – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
KÍ | 23 | 20 | 2 | 1 | 59 | 16 | 62 |
B36 | 23 | 17 | 2 | 4 | 49 | 17 | 53 |
HB | 24 | 15 | 4 | 5 | 61 | 22 | 49 |
Víkingur | 23 | 15 | 3 | 5 | 57 | 22 | 48 |
07 Vestur | 24 | 11 | 4 | 9 | 40 | 36 | 37 |
EB/Streymur | 23 | 6 | 3 | 14 | 24 | 44 | 21 |
B68 | 24 | 4 | 9 | 11 | 27 | 43 | 21 |
TB | 23 | 4 | 4 | 15 | 14 | 54 | 16 |
ÍF | 23 | 5 | 0 | 18 | 22 | 62 | 15 |
AB | 24 | 4 | 1 | 19 | 21 | 58 | 13 |