Sløkkilið og bjargingarfeløg kring landið hava havt úr at gera í kvøld, men tíbetur onki álvarsligt. Nógv bendir á, at ringasti vindurin nú er hasaður av. Portalurin hevur prátað við bjargingarfeløg og sløkkilið kring alt landið, sum sita til reiðar at taka ímóti fráboðanum í illveðrinum í kvøld.
Í Suðurstreymi hevur sløkkiliðið verið úti minst 40 ferðir. Á Argjum koppaði ein 8,7 tons stórur lastbilur av parkeringsøkinum, og bakrútarnir á tveimum persónbilum vórðu trýstir út í senn. Inni á Sundi fór ein bingja á flog, og lendi tætt við bóndahúsini.
Inni á Skálafjørðinum stendur rættiliga illa til. Skaðar hava verið fráboðaðir allan seinnapartin og í kvøld. Hjá OCD í Saltangará fóru tríggir rútar inn fyri løtu síðani, og takplátur rivu av turkihúsinum á Toftum.
- Vit eru rættiliga illa sperdir beint nú, sigur Dánjal Poulsen, brandmaður við Portalin.
Í Hvalba verður sagt, at so nógvur vindur hevur ikki verið síðani í ?88.
- Vit hava verið átta mans úti uttan íhald millum 15 og 19. Her eru úthús og hjallar farin, og fiskakassar og plattar, sum liggja og sløðast, fúka við vindinum, sigur Signar Olsen úr bjargingarfelagnum.
Í Kollafirði reiv ein flagtekja og eitt bussskýli koppaði. Í Sørvági hendi skaði á eini sethús, sum standa í gerð. Í Fuglafirði sleit ein tjalddúkur av einum skúri við Havsbrún.
Úr Norðoya Bjargingarfelag og bjargingarfeløgunum í Suðuroyar sunnara og norðaru helvt frætta vit, at tað hevur verið hampiliga friðarligt. Á Tvøroyri kortini onkur smávegis skaði á húsaklædningar. Annars hevur verið friðarligt kring landið, og fólk duga at taka neyðug fyrivarni, verður sagt.