22. umfar í Vodafonedeildini verður spælt í dag og í morgin. Seinnapartin í dag eru fýra dystir á skránni, og í annaðkvøld verður ein spældur.
Í nátt hevur lotið verið rættuliga frískt, men vindurin fer at minka, og sambært veðurvánunum, so verður veðrið hampuligt seinnapartin. Hann verður vestan og útnyrðingur, lotið verður frískt, og tað verður skýggjað loft og turt. Hitin verður millum 10 og 13 stig.
Ídag kl. 15.00:
HB-Víkingur: Dagfinn Olsen
KÍ-AB: Rúni Gaardbo
07 Vestur-B36: Petur Reinert
B68-ÍF: Ransin Djurhuus
Mánakvøldið kl. 18.00:
EB/Streymur-NSÍ: Bárður Morgensen
Støðan
HB 47
EB/Streymur 37
NSÍ og Víkingur 34
B68 33
AB 29
ÍF 23
B36 21
KÍ 17
07 Vestur 15