Vindurin er størsta avbjóðingin

Sund: Fyrstu royndirnar at dyrka jarðber í Føroyum hava víst, at tað BER til. Men veðrið má sær ráða, tí størsta avbjóðingin er altso vindurin.

Ætlanin var nú at vísa, hvussu planturnar kundu klára seg uttandura um veturin, - í mun til serstaka tunnilin ið hevur verið uppi í summar.

- Planturnar tola bæði kava, kulda og regn, men vindurin kann gerast ein hóttan, verður sagt av Búnaðarstovuni.

Hóast hetta kann staðfestast, at planturnar vaksa væl og berini búnast væl.

Gongst sum ætlað, verða tey fyrstu føroysku jarðberini á marknaðinum um eitt ár.