Vindur tók 6-mannafar

Nógvi vindurin sunnudagin gjørdi um seg í Suðuroy. Í Hovi feyk eitt 6-mannafar, ið stóð á landi, einar 15-20 í vindinum og brotnaði. Bygdarfólkið og bjargingarfelagið í Suðuroyar sunnaru helvt savnaðu brotini saman, so tey ikki gjørdu størri skaða.
Á Drelnesi koppaði ein trailaralast á ein parkeraðan persónbil, men bilurin fekk ikki stóran skaða, verður upplýst á politistøðini í Suðuroy.