Vindur í seglunum

Hóskvøldið framførdu Kirkjukórið Ljómur og sangarar úr Langenæs Kirkjukóri stórverkið The Crucifixion í kirkjuni á Tvøroyri

Væl av fólki hevði leitað sær í kirkjuna á Tvøroyri hóskvøldið, har Ljómur helt fyrru konsertina av tveimum við stórverkinum The Crucifixion á skránni. Hin seinna er í Vági í kvøld.

Ljómur hevði hjálp frá sangarum úr Langenæs Kirkjukórinum og leiðara tess, Dorte Tilma. Sonur hennara, Christian Tilma, tók sær av orgulfylgispælinum

The Crucifixion er stórt kórverk eftir enska tónaskaldið John Stainer. Verkið varð fyrstuferð framført í St. Marylebone Parish Church tann 24. februar í 1887. Hetta er verk fyri kór og solistar. Solistar hjá Ljómi vóru Bergtórur Bjarkhamar, tenor, Vilhelm Meyer og Sigmundur Olsen, bass.

Ljómur hevur vant verkið eina tíð við leiðara sínum, Jens Mortan Mortensen, og síðani er ferð sett á hesa vikuna, ið donsku sangararnir og Dorte Tilma hava vitjað.

Væl ljómaði í kirkjuni á Tvøroyri hóskvøldið. Eitt verk í nógvum bitum og sum neyvan er heilt lætt at syngja. Solistarnir áttu stóran part av tíðini og komu teir sera væl frá sínum avrikum. Men um vit hugsa kirkjuna á Tvøroyri, sum eitt skip, so má sigast, at tá alt kórið sang og náddi hæddirnar, so kom vindur í seglini. Vakurt og mergjað.

Kórið stóð á loftinum og sang stóra verkið. Hetta tóktist kanska løgið í byrjanini, men brátt vandist ein við hetta, tí tað var jú tónleikurin, sum hevði týdning. Eisini skuldu kór og solistar syngja í tøttum samspæli við urguleikaran, so neyðugt var at vera tætt hjá honum.

Eftir stórverkið The Crucifixion, komu kórini niður av loftinum og frammi í kirkjuni framførdu tey hvør sína lítlu skrá og endaðu við felagssálmi. Kórleiðarar og solistar og urguleikarin fingu blómur og stóran fagna frá áhoyrarunum.

Skráin var henda: John Stainer; The Crucifixion

Benjamin Britten; "A hymn to the Virgin"

"Hvar Guð vil, glaður fari eg"

"Dunandi aldan"

"Hin ljósi dagur hallar"

Emil Hartmann; "Sommeren sætter nu vinter i band"

"Tiden skrider, dagen rinder"

"Bliv barn igen på Jesu ord"

V. Åhlén; "Sommarpsalm"