Sambært løgregluni hevur talan ikki verið um størri vindskaðar, tó at tað í løtum í gjár og í dag hevur verið væl av vindi, og í hvirlum heilt nógvur vindur á ávísum støðum.
- Onkur vindskaði var í gjár, og í nátt kom ein fráboðan, segði løgreglan, tá in.fo fregnaðist, um veðrið hevði gjørt um seg nakrastaðni.
Seinnapartin í dag fekk In.fo viðheftu mynd sendandi frá einum lesara, og her er líkt til, at vindur hevur rivið í endan á stóra úthanginum á Magn-støðini í Norðragøtu.