Vindur órógvar flogferðsluna

Nógvur síðuvindur hevur seinkað flogferðsluna í dag, sigur Atlantsflog í eini fráboðan beint nú. Ikki fyrr enn seint seinnapartin sluppu flogførini avstað til Keypmannahavn, London og Billund. Seinni í kvøld fara tvey flogfør afturat til Keypmannahavn. RC 456 er ætlað at fara kl. 22.30 (upprunaliga skuldi tað fara 14.45) og RC 460 er ætlað at fara kl. 23.00 (Tað skuldi upprunaliga fara kl. 17.30).

Heimgangandi flogførini eru eisini seinkaði udantikið morgunflogfarið úr Keypmannahavn, sum lendi í Vágum í morgun. RC 453 úr Keypmannahavn væntast í Vágar kl. 21.20. Billund flogfarið RC 471 væntast í Vágar kl. 22.15 og London flogfarið RC 411 væntast at koma kl.. 22.50. Enn er ikki heilt greitt nær RC 459 ferð úr Keypmannahavn, men nærri boð fáast um hetta kl. 21.00, men sannlíkt kemur hetta flogfar í Vágar seint í nátt.